Mjølnir-Fleyr 1-3
(7-15, 6-15, 15-6, 16-17)
Vinna fuglfirðingar ikki meistaraheitið í flogbólti í ár, so er bara ein annar møguleiki. Hann er, at Fleyr vinnur meistaraheitið. Men fyri at tað skal henda, so skal nógv annað falla upp á pláss og tað er lítið sannlíkt.
Men fyri at møguleikin skal verða til staðar, so má Fleyr vinna allar dystirnar teir hava eftir. Leygardagin áttu teir ein torføran útidyst móti Mjølni, sum á hesum sinni leikti á Fossanesi, tí høllin í Klaksvík var upptikin til annað endamál.
Tað merkti tó ikki spælið hjá havnarmonnum stórvegis, tí teir vunnu dystin 3-1. Tað var tó meiri spenningur um hvønn veg sigurin fór enn úrslitið sigur, tí tað var um reppið at dysturin endaði sum ein fimm settari í staðin. Mjølnir hevði nevniliga settbólt í fjórða settið, og hevði tað eydnast teimum at vinna tann bóltin er ikki til at siga hvønn veg sigurin fór.
Men soleiðis gjørdist tað nú ikki og endin var, at Fleyr vann dystin 3-1.
Móttøkuspælið
legði grundina
Sum skilst so var tað móttøkuspælið hjá havnarmonnum, sum legði grundina undir sigrunum í teimum báðu fyrstu settunum. Hetta gav hevaranum Jákupi William Sivertsen góðar arbeiðsumstøður og hann dugdi væl at gagnnýta henda fyrimun.
Álopið er til tíðir sera væl koyrandi og tá allir berjast fyri allar, so er laga manni at vinna.
Tað gjørdi Fleyr eisini tey bæði fyrstu settini. Stórt enntá. Tey bæði fyrst settini endaðu 15-7 og 15-6, so munurin var rættiliga stórur.
Fyrimunurin hjá Fleyr í hesum báðum settunum var, at teir spældu sera støðugt, meðan Mjølnir gjørdi sera nógvar feilir. Tí koppaðu bæði settini til fyrimuns fyri Fleyr.
Fleyr-syndromið
Í nógv ár hevur Fleyr havt tann trupulleika, at tá teir eru komnir lættliga til tvey tey fyrstu settini, so fara leikararnir í »koma«. Tað er sjálvandi ikki altíð, men tað hendir meiri enn so.
Spælararnir dovna heilt einfalt og hava ilt við at fáa spælið at hanga saman.
Um tað var tað sum gjørdi tað, ella tað vóru klaksvíkingar sum sjálvir áttu æruna, skal verða ósagt, men enn eina ferð tapti Fleyr triðja sett, og teir taptu tað dyggiliga. Eins dyggiliga og teir høvdu vunnið tey bæði undanfarnu.
Mjølnir vaknaði úr dvala og bardi seg inn aftur í dystin. Einu løtuna vóru teir enntá á odda við so mikið sum 9-0, men eftir tað eydnaðist tað havanarmonnum at »stabilisera« spælið, men verri enn so nóg mikið til at gera nakað við at Mjølnir vann settið. Settúrslitið gjørdist 15-7 til klaksvíkingar.
Spenningur til
seinasta bólt
Eftir at hava verið í kolkjallaranum í triðja settið raknaðu Fleyrleikararnir við aftur í fjórða setti. Í byrjanini av settinum sást einki til at hetta skuldi fara at vera tað mest spennandi settið í dystinum, tí Fleyr sprakk avstað beinanvegin og legði seg á odda 11-5.
Hetta var kortini ikki nóg mikið til at »gera av« við klaksvíkingar, tí teir høvdu í settinum beint áðrenn funnið út av, at Fleyr so avgjørt var til at tosa við.
Klaksvíkingar bardu seg enn eina ferð inn í dystin og vunnu sær enntá settbólt við støðuna 15-14. Teir høvdu ikki neyðuga hepnið - og nervarnar kanska - til at avgerða settið til sín fyrimun, og tí fóru havnarmenn avstað við tí.
Fleyr hevði nú vunnið dystin 3-1 og harvið gjørt sína skyldu. Teir eru tó enn í tí støðu, at teir ikki sjálvir kunnu vinna meistaraheitið, men skulu hava hjálp frá antin ÍF b ella SÍ til at steðga ÍF a. Um tað fer at eydnast fáa vit at síggja.