Flik Flak á barnastevnu í Havn

Fyri fjórðu ferð skipar Margarinfabrikkin fyri barnastevnu í Grasagarði og í Kommunuskúlagarðinum í Havn. Stevnan verður 2. juli, men longu eru atgongumerkini sett til sølu í Margarinfabrikkini og í handlinum hjá Tutl.

Tað nýggja á stevnuni í ár er, at tað verður tað danska Sirkus Flik Flak, sum verður høvuðsnavnið.

Annars er mangt og hvat á skránni og fyri at taka burtur úr rúgvuni kunnu nevnast Jensina, Trøllapætur og Omman, Rógvi og Vininum, Orkestrið, børnum úr Talent 2011, Rambo, dansigentunum Shish Kebab og alt møguligt annað.

Somuleiðis fara Rógvi og Vinurin, sum vit kenna frá Kringvarpssendingini Rógvi og Drekin, at undirhalda við fjasi og roksi.

Annars verður ponyríðing, søgufrásøgn, andlitsmáling, ringreið, smábarnaøki, hoppiborgir, kreativur verkstaður og at keypa verða bæði ballónir, pylsur, ísur, candyfloss og nógv annað.

Og børnini sleppa eisini at síggja, og kanska royna, stigabilin hjá sløkkiliðnum, motorsúkklur hjá løgregluni og sjúkrabilin

Og fyri at gera tað heilt stuttligt, verður eisini ein opin pallur, har øll sum hava hug, kunnu sleppa at syngja, spæla sjónleika, dansa, gera fimleik, beat boxa, ella okkurt annað, børnini hava uppá hjarta, men tað skal meldast til frammanundan.