Fløgan hjá doom metal bólkinum Hamferð er liðug. Tað boðar bólkurin frá umvegis Facebook í dag. Eftir er einans fysiska framleiðslan av sjálvari fløguni, áðrenn hon er at finna á handilshyllunum.
Í Hamferð ynskja teir ikki at kunngera útgávudagin enn – hetta er eitt loyndarmál, sum verður avdúkað seinni.
Hamferð hevur annars havt fleiri stórar konsertir í summar. Teir hava spælt á Spot festivalinum í Århus, á Loppen á Christiania, á Summartónum í Sjónleikarahúsinum í Havn, á Eistnaflug festivalinum í Íslandi og á G! í Gøtu.
Næst á skránni er so fløguútgávan, sum er á trappuni.