Var Fleyr favorittur hjá monnum, so var Mjølnir tað ikki minni hjá kvinnum. Eins og Fleyr gjørdust tær meistarar fleiri umfør undan kappingarenda, og tí var ikki væntandi, at Dráttur fór at gera stórvegis um seg.
- Vit spældu móti Mjølnir seinasta vikuskiftið, og tá so ikki so gott út. Vit taptu nokkso ruddiliga, men hesaferð høvdu vit lovað at berjast enn meira fyri sakini og tað gjørdu vit so, um enn vit so ikki komu í gongd fyrr enn í seinna hálvleiki, sigur Elisabeth Rasmussen, liðskipari hjá Drátti.
Næsta ár verður tað
Hatta eru nú einaferð treytirnar tá umstøðurnar eru sum tær eru. Dráttur hevur ongan venjara havt í seinastuni ? hann mátti leggja frá sær av ymsum ávum, og tað sást eisini leygardagin, at tað manglaði ein stýrandi persónur á beinkinum, sum kundi geva boð og vegleiðingar.
Um Dráttur fer at hava venjara næsta ár vita tær ikki enn, men tær vita, at tað hevði verið nógv betri um so var.
- Eitt annað, sum eisini spælir inn er, at vit hava fingið fleiri nýggjar leikarar inn á liðið í ár og tískil eru tær ikki spældar inn enn. Men kortini haldi eg, at tær, sum vóru á vøllinum komu rímiliga væl frá tí, sigur Elisabeth.
Annars heldur Elisabeth, at Dráttur spældi ein hampuligan dyst, sum gav áskoðarunum nakað fyri peningin.
- Tað var kanska ikki fyrr enn móti endanum, men fyri tað var talan um ein góðan dyst, sigur hon og vit kunnu ikki gera annað enn at geva henni rætt.
- Men tað var rættvíst, at Mjølnir vann dystin, sigur hon.
Miðverjan gevur trupulleikar
Trupulleikin hjá Drátti leygardagin var móttøkan og álopið, sum ikki var nóg avgerandi. Hetta er, sambært Elisabeth, ein trupulleiki, sum Dráttur hevur drigist við alt ár, tí tær hava ikki dugað nóg væl at avgera bóltarnar til sín fyrimun.
- Tað síggja vit eisini í finaluni. Vit sláa nógvar bóltar yvirum, men vit »drepa« ikki bóltarnar. Mjølnirleikararnir fáa teir uppaftur og tá tær leypa á, eru tær nógv meira avgjørdar, sigur Elisabth og peikar serliga á Margit Joensen og Tinu Jacobsen, sum tveir av Mjølnir leikarunum, sum Dráttur hevði trupulleikar av.
- Og so var tað servin frá Marjun. Hon sleppur at serva ov nógvar bóltar á rað uttan at vit gera stórvegis við teir og tað er ikki nóg gott.
Kortini er nakað at fara undir næsta kappingarár við.
Nú hava tær brúkt hetta ári til at læra hvønn annan betri at kenna og næsta ár ætla tær so at satsa eitt sindur meira.
- Men tað hevur verið ætlanin alla tíðina. Hetta árið skuldi brúkast til at fáa nýggjar leikarar innspældar og næsta ár fara vit at satsa meir, sigur hon.
Eins og hinir leikararnir er hon sera fegin um tiltakið í síni heild, og serliga fegin er hon um, at tað aftur varð spælt í høllini á Hálsi.
- Gólvið er, eftir mínari meting sera gott at spæla á, so hasum eigur Flogbóltssambandið at endurtaka næsta ár, sigur Elisabeth, sum eisini hóttir við at koma aftur at spæla finalu næsta ár.