Flogbóltur: Vunnu 3-0 á Noreg

U17 landsliðsliðið hjá dreingjum hevur framt eitt satt bragd

Føroysku U17 dreingirnir hava júst gjørt eitt stórt bragd, tá teir í dysti ímóti Noreg júst nú vunnu 3-0 í evropeiskari kapping í Danmark. Settúrslitini vóru 26-24, 25-23 og 26-24.

 

Sum sæst á úrslitunum, so er talan um ein javnan dyst, har øll settini vóru vunnin við bara tveimum bóltum. Í gjár taptu Føroyar 3-1 fyri Svøríki, men aftur her var lítil munur í settúrslitunum, sum vóru, 20-25, 25-22, 25-21 og 25-19.

 

U17 landsliðini hjá bæði dreingjum og gentum eru til kapping í Ikast í Danmark. Genturnar hava tapt sínar dystir, men vunnu millum annað eitt sett á Danmark.