Kvinnulandsliðið í flogbólti hevur aftur í morgun verið í dysti. Dysturin var móti vertslandinum Jersey, og føroysku kvinnurnar vístu aftur í morgun sannførandi avrik.
Føroyar vann dystin 3-0, júst sum tær gjørdu í gjár, so talan hevur verið um góða føroyska byrjan.
Føroyar er verandi meistari í flogbóltskappingini hjá kvinnum á oyggjaleikum.
Kvinnulandsliðið skal í morgin klokkan 17:00 spæla ímóti Álandi.
Føroyar - Jersey 3-0
Sett úrslitini:
1 sett: 25-8
2 sett: 25-12
3 sett: 25-11