Flogførini útsett vegna veður

Ringa veðrið darvar flogferðsluni

Tað er synd at siga, at veðurgudarnir hava verið við føroyingum hesa vikuna. Nógvi vindurin í dag ávirkar ferðsluna bæði á landi og til og frá landinum. Strandferðslan kennir seg noydda at avlýsa túrarnar til Fámjins við leið 701 fyribils, inntil veðrið verður betri.

 

Flogferðslan er eisini ávirkað av ringa veðrinum. Flogfarið hjá Atlantsflog, sum eftir røttum skal lenda í Vágum klokkan 11:50, er fyribils útsett til klokkan 14:00. Klokkan 12:15 eigur eitt SAS flogfar at seta seg, men hetta er seinkað til klokkan 14:15, stendur á heimasíðuni hjá Vága Floghavn.