Flogfar horvið á Antarktis

Síðani í gjár hava flogfør leitað eftir einum lítlum flogfari, sum hvarv nærhendis Suðurpólinum. Tríggir menn úr Kanada vóru í flogfarinum, sum er av slagnum Twin Otter, og sum var á veg av pólinum til italsku pólstøðina Terra Nova Bay, tá neyðsendarin í tí brádliga fór at senda.

Bjargingarliðini siga, at neyðsendarin er við fjallarøðina Queen Alexandra Range, har tey hægstu fjøllini eru oman fyri 4.500 metrar. Sagt verður, at har er stormur og kavarok, og at veðrið fer at versna. Eitt amerikanskt Hercules-flogfar hevur flogið uppi yvir fjallarøðini, men sá einki til tað lítla flogfarið.

Tað ringa veðrið ger, at øll leiting við flogførum er avlýst í fyribils, men amerikonsk og ný sælendsk bjargingarlið eru til reiðar at fara at leita. Í tí horvna flogfarinum var eitt tjald og útgerð til trý fólk í fimm dagar, skrivar Reuters.