Eitt ATR 72-flogfar við 72 fólkum er í dag dottið niður í Nepal
Tað upplýsir talsmaður fyri nepalska flogfelagið Yeti Airlines, Sudarshan Bartuala, sambært fronsku tíðindastovuni AFP.
– Umborð vóru 68 ferðafólk og 4 starvsfólk.
– Bjargingin er í gongd. Vit vita ikki enn, um nakar er komin undan við lívinum, sigur hann og greiðir víðari frá, at tað vóru tíggju útlendskir ríkisborgarar í flogfarinum.
Ein talsmaður fyri nepalska herin sigur sambært Reuters, at í minsta lagi 16 eru deyð.
Flogfarið er dottið niður millum tann gamla og nýggja flogvøllin í býnum Pokhara, sum er landsins næststørsti býur, og sum liggur í vestara parti av landinum.
Eldur er í flogvrakinum, og roynt verður at sløkkja, upplýsir ein embætismaður á staðnum.
– Bjargarar eru longu komnir á staðið og royna at sløkkja eldin. Allir myndugleikar hugsa fyrst og fremst um at sløkkja eldin og bjargað ferðafólkunum, sigur hann sambært AFP.
Sambært myndum hjá tíðindastovuni Reuters er nógvur svartur roykur frá flogfarinum. Myndirnar vísa eisini bjargarar, sum arbeiða á staðnum, og fólk, sum eru savnað saman í økinum.
Sambært lokalum miðlum eru fleiri lík longu bjargað úr flogvrakinum, skrivar Reuters.
Ein embætismaður, sum er ónevndur, sigur við Reuters, at flogfarið kom úr høvuðsstaðnum Kathmandu.
Enn er ikki greitt, hví flogfarið datt niðuræ.
Tað er langt frá fyrstu ferð, at eitt flogfar dettur niður í Nepal.
Í maj í fjør doyðu 22 fólk, tá eitt minni flogfar datt niður í Himmalayafjøllunum, sum partvís eru í Nepal.
Í 2018 datt eitt flogfar niður á flogvøllinum í Kathmandu, tá 50 fólk doyðu.
/ritzau/