Flogferðslan á flogvøllinum í Stavanger í Noreg er í dag steðgað eftir at eldur kom í eitt parkeringshús.
Tað er eldur í nógvum bilum, og flogvøllurin er stongdur fyri allari flúgving.
– Nógvir bilar brenna í einum parkeringshúsi, og flogvøllurin hevur steðgað allari flúgving, upplýsir Avinor.
##med2##
Avinor, sum staturin eigur, rekur 45 flogvallir í Noreg hevur eisini ábyrgdina av flogleiðsluni í Noreg.
– Sløkkiliðstænastan á flogvøllinum arbeiðir við at sløkkja eldin, sigur samskiftisleiðarin í Avinor, Gurli Høeg Ulverud.
Greitt er ikki enn, nær flogferðslan verður tikin uppaftur.
##med3##
Sambært løgregluni er í parkeringshúsinum P1, at fleiri bilar brenna.
– Tamarhald er ikki á eldinum, sigur átaksleiðarin Victor Fenne-Jensen frá Sørvest Politidistrikt.
Sambært átaksleiðaranum hevur løgreglan ikki fingið boð um, at nakar skuldi havt fingið skaða í sambandi við eldin.
##med4##
Um 16:30 tíðina norska tíð upplýsir løgreglan, at gestir á Scandic Hotel eru fluttir burtur av eldinum. Tað er framvegis nógvur roykur á staðnum.
Løgreglan fekk boðini um eldin klokkan 15:33 seinnapartin frá einum privatpersóni. Boð komu um, at eldur var í einum el-bili.
/ritzau/NTB
##med5##
##med6##
##med7##