Loftrúmið yvir Aalborg flogvøllinum varð stongt í kvøld orsakað av illgruna um dronuvirksemi.
Men eftir ein lítlan tíma, stutt fyri klokkan 23:30 danska tíð, boðar pressutalsmaðurin hjá Naviair, Jan Eliassen, frá, at hon hevur latið upp aftur.
Naviair hevur ábyrgdina av at beina flogfør trygt inn og út úr donskum loftrúmi.
- Avgjørt er at lata upp aftur fyri fráferðum og lendingum, sigur Jan Eliassen.
Hann greiðir ikki nærri frá, hvat slag av virksemi talan var um, ella hví mett hevur verið, at loftrúmið kann lata upp aftur.
Fyrr í kvøld boðaði Naviair frá, at illgruni var um dronuvirksemi á flogvøllinum í Aalborg.
Sambært vara- og rakstrarstjóranum á flogvøllinum í Aalborg, Kim Bermann, stongdi loftrúmið umleið klokkan 22:10.
- Eg fekk júst eina uppringing frá okkara vakthavandi, at Naviair hevur stongt loftrúmið, tí har er okkurt slag av virksemi, sum ikki er trygt, segði Kim Bermann við Nordjyske.
Løgreglan í Norðurjyllandi skrivaði kl. 23:06 á sosiala pallinum X, at hon var "vitandi um, at ein ella fleiri dronur kunnu hava verið sæddar kring flogvøllin í Aalborg".
- Vit kanna økið intensivt. Vit hava í løtuni ikki fleiri upplýsingar og kunnu tí ikki staðfesta rættleikan í frágreiðingini, stendur í fráboðanini.
Kim Bermann upplýsir fyri Ritzau, at eitt flogfar hjá KLM, sum skuldi lenda í Aalborg úr Amsterdam í kvøld, er flutt til flogvøllin í Billund.
Sambært heimasíðuni hjá Aalborg Airport skuldu tvey flogfør úr Keypmannahavn hava lent í kvøld - eitt SAS-flogfar klokkan 22:10. og norskt flogfar kl. 22:15.
Sambært heimasíðuni hjá flogvøllinum er flogferðin hjá SAS avlýst.
Eftir ætlan skal eitt triðja flogfar úr Keypmannahavn lenda í Aalborg klokkan 23:55.
Danski almenningurin hevur serliga verið upptikin av dronum síðani eina hending, sum snúði seg um dronuvirksemi á flogvøllinum í Keypmannahavn í september.
Mánakvøldið 22. september varð loftrúmið yvir flogvøllinum í Keypmannahavn stongt í umleið fýra tímar, eftir at dronur vóru sæddar í økinum.
Enn er óvist, hvør stóð aftanfyri dronurnar, hví tær vóru har, og hvar tær síðani eru farnar. Løgreglan hevur sagt, at tey halda, at ein "dugnaligur leikari" stóð aftanfyri tað virksemið.
Eftir fyrstu dronurnar á flogvøllinum í Kastrup vóru fráboðanir um dronur á fleiri av øðrum flogvøllum í landinum og á hernaðarligum støðum.
Onkuntíð hava hesi verið lýst sum "loftsýningar", og fleiri fráboðanir um dronur kring landið hava víst seg at vera ósannar.
/Ritzau/











