Loftrúmið yvir Aalborg floghavn er stongt í kvøld. Hetta hendi umleið klokkan 21:10 okkara tíð.
Tað upplýsir Nordjyske, sum hevur tosað við vara- og rakstrarstjóran á flogvøllinum í Aalborg, Kim Bermann.
– Eg fekk júst eina uppringing frá okkara vakthavandi, at Naviair hevur stongt loftrúmið, tí har er okkurt slag av virksemi, sum ikki er trygt, sigur Kim Bermann við fjølmiðlarnar.
Naviair hevur ábyrgdina av at beina flogfør trygt inn og út úr donskum loftrúmi.
Jan Eliassen, sum hevur tíðindavakt hjá Naviair, váttar fyri Ritzau, at loftrúmið er stongt. Hetta kemst av illgruna um dronuvirksemi.
– Illgruni um dronuvirksemi er staðfestur á flogvøllinum í Aalborg, og tí hava vit stongt fráferðir og lendingar, sigur hann.
Kim Bermann boðar Ritzau frá, at eitt flogfar hjá KLM, sum skuldi lenda í Aalborg í kvøld, er í staðin farið til flogvøllin í Billund.
Harumframt eru tríggjar komur ætlaðar til Aalborg úr Keypmannahavn. Tey flogførini standa framvegis á jørðini í Keypmannahavn, sigur vara- og rakstrarstjórin.
/Ritzau/











