Flogskipari: - Ein rakett er á veg!

- Tað sær út fyri mær, sum ein rakett er á veg. Soleiðis skal tað ljóða á bandupptøkum hjá einum øðrum flogskipara, sum var í luftini yvir Teheran, tá ukrainska ferðafólkaflogfarið varð skotið niður.

 

Forsetin í Ukraina, Volodymir Zelensky, sigur, at upptøkur av flogskipara í øðrum flogfari yvir Teheran um somu tíð, sum ukrainska ferðafólkaflogfarið varð skotið niður, benda á, at iransku myndugleikarnir helst vistu, at ukrainska flogfarið varð rakt av rakettum.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters í kvøld. Øll tey 176 fólkini, sum vóru í flogfarinum hjá Ukrainian International Airways, lótu lív, tá flogfarið datt niður og sprongdist stutt eftir fráferð úr iranska høvuðsstaðnum, Teheran ávegis til Kiev, hin 8. januar í ár.

Tað gingu heilir tríggir dagar, áðrenn iransku myndugleikarnir viðgingu, at orsøkin til, at flogfarið datt niður, var, at iranskar loftverjurakettir vórðu skotnar eftir flogfarinum. Sambært New York Times vist kollveltingarherurin í Iran bert minuttir eftir hendingina, hvør orsøkin var til syrgiligu flogvanlukkuna.

Í fleiri dagar duldu teir, sum stóðu aftan fyri hendingina, tilburðin, og hetta gjørdu teir sjálvt yvir fyri iranska forsetanum, Hassan Rouhani. Tá teir at enda fortaldu honum um tilburðin, skuldi forsetin sambært keldum hava givið teimum eitt ultimatum: Antin fortelja tit sannleikan - ella fari eg frá, skulu vera orð forsetans.

##med2##

Útlendskir miðlar skriva í kvøld, at ukrainskir myndugleikar nú hava leysgivið tað, sum skal vera ljóðupptøkur hjá einum av flogskiparunum í einum øðrum flogfari, sum var í luftini og umhvørvinum, har ukrainska ferðafólkaflogfarið varð skotið niður.

Upptøkurnar skulu sambært Reuters vera spældar í ukrainskum sjónvarpi sunnudagin og eisini í øðrum tíðindamiðlum, eitt nú í Washington Post. Flogskiparin í einum flogfari hjá einum iranskum felag skal hava sett seg í samband við tornið á flogvøllinum í Teheran, har hann hevur greitt frá "ljósi frá einari rakett" á himmalinum.

Hetta hendi, beint áðrenn ukrainska flogfarið datt niður og sprongdist beint uttan fyri floghavnina í iranska høvuðsstaðnum. Forsetin í Ukraina, Volodymir Zelensky, sigur, at ovastu iransku myndugleikarnir vistu um niðurskjótingina.

- Flogskiparin sigur, at "tað sær út fyri mær, sum ein rakett er á veg...", og hann sigur hetta bæði á persiskum og enskum, sigur forsetin í Ukraina, Volodymir Zelensk, sambært Reuters í einari samrøðu við ukrainskt sjónvarp.

##med3##

Iransku loftferðslumyndugleikarnir siga hinvegin, at teir halda seg arbeiða dúgliga við at kanna flogvanlukkuna, og teir hava eisini gjørt viðmerkingar til nevndu upptøku, sum forsetin í Ukraina vísir til.

- Henda atferðin hjá Ukraina ger, at vit ikki vilja deila fleiri upplýsingar við tey, sigur Hassan Rezaifar, sum er talsmaður fyri iransku loftferðsluna, og hetta sigur hann sambært Mehr News Agency.