Starvsmenninir í sveitsiska flogeftirlitinum róptu á flogskiparan umborð á tí russiska Tupolev TU-154-flogfarinum og bóðu hann taka flogfar sítt longur niður, tí eitt flutningsflogfar var á somu kós. Men russiski flogskiparin aktaði ikki boðini. Ikki fyrr enn sveitsisku eftirlitsmenninir høvdu rópt á hann tríggjar ferðir, tók hann flogfarið niðureftir, men tá var ov seint.
Teir báðir flogskipararnir, sum vóru einsamallir umborð á Boeing 757-flutningsflogfarinum, fingu eisini boð um, hvat var á vási. Teir royndu at broyta kósina, men ov seint var. Løtu seinni stoyttu tey bæði flogførini saman í 12.000 metra hædd uppi yvir Bodenvatninum har suðuri í Týsklandi.
Russiska flogfarið var á veg úr Moskva til Barcelona og hevði millumlent í Múnchen á vegnum. Flutningsflogfarið, sum flutningsfelagið DHL átti, var á veg úr Bahrein til Bruxelles.
Umborð á russiska flogfarinum vóru 57 ferðafólk og manningin, sum taldi 12. Av teimum 57 ferðafólkunum vóru umleið 50 børn og ungdómar.
Allan gjár leitaðu týsk bjargingarlið eftir vrakpettum og líkum nærhendis Bodenvatninum. Men arbeiðið var torført, tí vrakpetti sløgdust í einum øki, sum er umleið 30 ferkilometrar stórt.
Tann svarti kassin í tí russiska flogfarinum varð funnin í gjár. Kassan úr úr flutningsflogfarinum høvdu menn ikki funnið, og týsku myndugleikarnir siga, at hann er kanska dottin niður í Bodenvatnið.
Týski flutningsmálaráðharrin, Ulrich Múller, segði í gjár, at vanlukkan eftir øllum at døma stóðst av einum tí, sum hann kallaði eitt menniskjaligt mistak. Týsku loftferðslumyndugleikarnir siga, at annaðhvørt flogeftirlitið ella annar flogskiparin mistók seg.