Flogvøllurin í Vágum ein stór hóttan

Byggja vit flogvøllin í Vágum út, fer tað at útseta eina varandi loysn eini 25-35 ár, heldur Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum

- Størsta hóttanin ímóti føroyska samfelagnum í framtíðini er at byggja flogvøllin í Vágum út.
So bersøgin var Poul Michelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, tá ið Løgtingið nú ein dagin viðgjørdi ætlanina at byggja vøllin í Vágum út.
Hann ivast nevniliga ikki í, at verður vøllurin í Vágum bygdur út, fer tað at útseta eina
varandi loysn í 25-35 ár.
- Eg unni ikki mínum eftirkomarum eina so vánaliga loysn, legði hann afturat.
Hann sipar til, at hann sær ein framtíðar flogvøll, sum eina fortreyt fyri at menna samfelagið og fyri at menna vinnuna og útflutningsvinnuna.
Hann segði, at hann hevði ein lista yvir flogfør, sum kunnu lenda á einum útbygdum
flogvølli í Vágum.
- Men tað er onki av hesum flogførum, sum kann brúka vøllin í Vágum uttan avmarkingar og tí kann íløgan ikki optimerast.
Hann gjørdi kortini greitt, at hann fer at atkvøða fyri útbyggingini.
Men hann vil samstundis hava tingið at semjast um at fáa eina óhefta kanning av einum framtíðar flogvølli so at tann ætlanin ikki skal detta niðurfyri.
Les eisini greinina: Broytt meining um flogvøllin í Vágum síðani á jólum