Eitt Hercules-flogfar frá kolumbiska herinum hevur verið fyri eini "syrgiligari" vanlukku.
Tað skrivaði kolumbiski verjumálaráðharrin, Pedro Arnulfo Sanchez, á sosiala miðlinum X.
Í minsta lagi 34 fólk hava latið lív, upplýsir guvernørurin í Putumayo-landslutinum, Jhon Gabriel Molina, sambært tíðindastovuni Reuters.
21 fólk eru framvegis saknað.
Molina hevur áður upplýst, at 83 fólk høvdu fingið skaða í vanlukkuni.
Ein ónevnd hernaðarkelda sigur í nátt við tíðindastovuna AFP, at í minsta lagi 66 fólk hava latið lív. Millum tey deyðu eru 58 hermenn, seks av manningini og tveir løgreglumenn, stendur í fráboðanini.
Ónevndar hernaðarkeldur siga eisini við Reuters, at talið av deyðum er 66.
Sambært Molina vóru fleiri enn 125 fólk umborð á flogfarinum, tá tað datt niður í sunnara parti av landinum.
Tað hendi, meðan flogfarið fór á flog úr Puerto Leguízamo, skrivaði Sanchez mánadagin.
Tað er tætt við markið til Ekvador. Seinastu vikurnar hava verið merktar av umfatandi hernaðarligum virksemi í økinum frá londunum báðum, sum royna at berjast móti kartellum og militsum.
Verjumálaráðharrin í Kolumbia, Pedro Arnulfo Sanchez, skrivaði á X mánadagin, at myndugleikarnir framvegis eru við at fáa greiðu á talinum av ofrum í flogvanlukkuni.
Talan er um eitt Lockheed Martin Hercules C-130 flogfar, upplýsir kolumbiska verjumálaráðið sambært Reuters.
Hercules C-130 flogfarið er eitt flutningsflogfar, sum kann útgerðast og brúkast á fleiri ymiskar mátar. Tað verður eisini brúkt av donsku verjuni.
Sambært Reuters fekk kolumbiski herurin síni fyrstu Hercules-flogfør seinast í 1960-árunum. Eldri modell eru nútímansgjørd seinastu árini. USA hevur eisini latið nøkur Hercules-flogfør, sum vóru í on nógv í USA, til Kolumbia.
Gustavo Petro, forseti, skrivar á X, at embætisverkið hevur staðið í vegin fyri ætlanum hansara um at dagføra herin.
– Eg fari ikki at loyva fleiri seinkingum. Lívið hjá ungum monnum er í váða, heldur Petro fram.
Í februar lótu fleiri enn 20 fólk lív, tá eitt Hercules flogfar datt niður í boliviska býnum El Alto, nærhendis høvuðsstaðnum, La Paz.
Flogfarið flutti pengaseðlar, sum vóru ætlaðir til miðpartin av landinum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
/Ritzau/




















