Mette sær út sum ein vinnari

Hans Engell greinar: Ein reint blá stjórn sær út sum ein býur á Mánanum, sum tá letur upp fyri stóru kapprenningini, tí knappliga vilja bæði Mona Juul hjá Konservativu og møguliga Troels Lund hjá Vinstra gjarna vera í stjórn saman við Mette Frederiksen, nú eingin bláur meiriluti er.

Kendi danski politiski viðmerkjarin, Hans Engell, hevur greinað danska fólkatingsvalið í grein í Sosialinum, Hann metir um stjórnarmøguleikar í Danmark eftir valið. Hann metir, at Mette Frederiksen heldur fram sum forsætisráðfrú – saman við Moderatunum hjá Lars Løkke Rasmussen, SF og teimum Radikalu

 

 

 

Í morgin er fólkatingsvalið, og um meiningakanningarnar bara eru so nøkulunda rættar, so er eisini ein mynd av møguligum stjórnarskipanum farin at hómast.

 

Væntanin er, at tað verður sera javnt. So kann fólkatingsvalið í Føroyum fara at verða avgerandi. Verður tað eitt reytt og eitt blátt sum higartil? Tveir reyðir ella tveir bláir tinglimir. Hvørt mandat kundi verið avgerandi.

 

Nú eru framvegis hundraðtúsundtals veljarar, sum ikki hava tikið støðu. Nógv broyta meining fimm ferðir í valstríðnum. Tað kunnu koma yvirraskilsi, og floksleiðarar kunnu knappliga bróta út og flyta hermóti undir endaligu sjónvarpskjakum og uppgerðini í miðlunum.

 

Valið er serstakliga spennandi, tí danskur politikkur er ikki longur stýrdur av tveimum rættiliga stórum flokkum, nøkrum fáum í miðalklassanum og so teimum smáu.

 

Tað er eisini eitt annað val, tí vit hava eina heilt aðra altjóða, trygdarpolitiska myrka bakgrund. Kríggj allastaðni og ein samgonga við USA, hvørs trúvirði følnar.

 

Vit hava higartil verið stolt av at hava ein sera sterkan búskap. Tað hevur Danmark framvegis, men tað er ikki ósárbært. Truplar avgerðir standa fyri framman.

 

Eisini tá talan er um Ríkisfelagsskapin. SVM-stjórnin og Mette Frederiksen hava tosað um endurnýggjan. Men hvat er innihaldið? Eingin veit. Eg upplivi, at nógv í Danmark síggja Ríkisfelagsskapin syngja sítt seinasta vers. Tað kann vara 10-15 ár afturat, men hvat so?

 

Ósemjan um ‘ognarrættin’ til Grønland hevur elvt til eina søguliga kreppu við USA. Uppá stutt sikt er viljin at varðveita felagsskapin við Grønland stórur, eg eri meira ivasamur, tá vit tosa um langsiktað. Og um grønlendski innanríkispolitikkurin nú er í upploysn, verður trupult at varðveita tann samleika og felagsskap, sum Danmark og Grønland hava megnað at savna í samráðingunum við USA.

 

Í dag eru ongir flokkar í Danmark øgiliga stórir, teir hava ikki nógvar limir (les: kjarnuveljarar) og tað fer helst at krevja rættiliga nógvar flokkar at savna ein meiriluta.

 

Vit kunnu tó longu lesa nógv:

 

1. SVM-stjórnin er liðug. Ein ella fleiri av flokkunum kunnu lættliga halda fram í nýggjari stjórn, men SVM-royndin helt ikki. Síðani 2022 hevur ikki verið ein veljarakanning, har SVM hevði sín egna meiriluta.

 

2. Sjálvt um Mette Frederiksen vildi droymt um tað, so fáa vit heldur ikki eina reina S-stjórn. Tað vilja hinir flokkarnir ikki góðtaka, og S er eisini settur at missa eini 12 sessir og eitt valúrslit, sum í søguligum ljósi er av teimum ringastu.

 

3. Men tað merkir ikki, at Frederiksen er liðug. Heldur bendir tað mesta á, at hon heldur fram sum forsætisráðfrú, men í nýggjari liðskipan.

 

4. Teir bláu flokkarnir hava higartil ført eitt veikt, verjukent og ósamskipað valstríð. Ikki so frægt sum samd um forsætisráðharravalevnið og ósamd um tung politisk øki.

 

Tað mesta hevur snúð seg um at fáast við tey uppskot, sum S og í ávísan mun M og V eru komin við. Men eingin egin, felags dagsskrá.

 

Veljararnir hava á ongan hátt fingið ta fatan, at tað er eitt blátt lið, sum er klárt at yvirtaka ráðharrastovurnar og handfara alt frá Trump, Grønlandi til búskapin og útlendingar. Faktiskt sært tú rættiliga nógvar bláar politikarar, sum als ikki duga at ímynda sær eina bláa stjórn.

 

Tey bláu fáa heilt einfalt ikki nóg nógvar atkvøður. Okkurt dramatiskt skal henda seinastu vikurnar, um borgarligu flokkarnir skulu kunna savna meiriluta, og sanniliga ikki uttan Moderatu tinglimirnar hjá Løkke.

 

Og so hava vit tann trupulleika, at hvørki Messerschmidt ella Inger Støjberg vildu droymt um at sett Løkke á odda fyri einari bláari stjórn. Tey vilja faktiskt ikki stuðla honum fyri nakað sum helst.

 

Ein reint blá stjórn sær út sum ein býur á Mánanum, sum tá letur upp fyri stóru kapprenningini, tí knappliga vilja bæði Mona Juul hjá Konservativa flokkinum og møguliga Troels Lund hjá Vinstra gjarna vera í stjórn saman við Mette Frederiksen, nú eingin bláur meiriluti er.

 

Trupulleikin er, at Pia Olsen Dyhr hjá SF hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at sita í stjórn saman við V og K.

 

Men Lars Løkke er ikki útihýstur.

 

##med2##

 

Verður valúrslitið soleiðis, at eingin reinur reyður meiriluti er: tað vil siga S, SF, EL, R og ALT, noyðist Mette Frederiksen at leita eftir einari breiðari stjórn, sum helst passar henni best.

 

Tað kann vera at Løkkebjóðar sær til. Hann verður ótrúliga torførur og krevjandi og kemur við einum drúgvum lista við reformkrøvum. Men tað er prísurin fyri at halda stjórnarvaldið. Tá er formuuskatturin úti. Tað sama við Lilleskolen við teimum 14 næmingunum.

 

Møguliga orsøkin til, at Mette Frederiksen ikki júst var heimsmeistari í at greiða frá, hvussu sosialdemokratiska fyrimyndin fyri einum formuuskatti fór at virka, tá hon var í tvídysti við Troels Lund Poulsen. Kortini vóru veljararnir bert forvirraðir á einum enn hægri støði, tá ymiskir leiðandi limir í felagsskapinum skuldu greiða frá, hvat formuuskattaætlanin í roynd og veru fevnir um, og hvat ikki fevnir um.

 

Tað, sum skuldi vera ein sosialdemokratiskt signalprojekt undir valstríðnum, endaði sum eitt óskiljandi Excel-ark, har eingin kundi rokna út, um íverksetarar vóru við ella ikki og um roknidreingirnir hjá Javnaðarflokkinum høvdu skil á roknirammunum.

 

Men aftur til tað álvarsliga.

 

Annar møguleikin fyri at skipa stjórn skal helst metast sum marran hjá Mette.

 

Um Sosialdemokratarnir, SF, Eindarlistin, Alternativið og Radikalu saman fáa meiriluta, enntá møguliga uttan tey Radikalu, stendur Mette Frederiksen fyri eini sera truplari uppgávu.

 

Antin noktar hon at brúka reyða meirilutan og arbeiðir fyri breiðari loysn, kanska við enn fleiri bláum flokkum enn Løkke, ella skal hon velja reint reytt. Trýstið frá SF verður ovurstórt.

 

Og so eru ongar umberingar, tá Pelle Dragsted møtir upp við einum formuuskatti, sum er nakrar ferðir harðari enn sosialdemokratiska uppskotið. Ella tá SF-ini og Alternativið trýsta á í mun til svínini í fjósunum ella veðurlagsbroytingarnar. Ella kjarnorkuvápn á Fyn.

 

Trupulleikin við nógvum av uppskotunum frá reyðu síðu er, at tey kosta pengar. Nógvir pengar. Og fíggingin skal fyrst og fremst gerast við skattahækkingum og nýggjum avgjøldum. Umfordeiling. Klassapolitikkur. Men hava vit ikki nógvar milliardir í sokallaða 'økonomiske råderum'?

 

Jú, vit høvdu. Men sum tað framgekk av búskaparligu 2035-ætlanini, sum SVM-stjórnin sera snildisliga legði fram, áðrenn valið varð útskrivað, so er rásarúmið ikki ein botnleys grøv. Kortini byrja vit – við myndaríku orðunum hjá Lars Løkke – at síggja botnin í grýtuni.

 

Men gigantiskar útreiðslur til verju, risa útreiðslur til grøna umlegging og strandvernd, neyðtilbúgving, massivar útreiðslur til sosiala og eldrarøkt, framhaldandi gigantiskur stuðul til Ukraina, ein pensjónsnýskipan, betri vælferð á fleiri økjum, munandi økt gjald til ES og ein møgulig skúlanýskipan fyri milliardir.

 

Tá fara Pia Olsen Dyhr og Pelle Dragsted saman við Martin Lidegaard og Francisku Rosenkilde skjótt at finna út av, at reyða stjórnin ikki fer at yvirtaka peningatangan hjá Joakim von And.

 

Harumframt hevur eingin nakra hóming av, hvat ein nýggj orkukreppa sum avleiðing av krígnum í Miðeystri kann kosta okkum í milliardum afturat.

 

Svarið frá Piu og Pelle verður: Lat tey ríku gjalda. Smekka til við formuu- og bústaðarskatti. Umfordeiling og minni ójavni.

 

Um tað er svarið, verður samstarv tvørtur um miðjuna í donskum politikki ein ómøguligheit. Tá mugu vit vænta, at teir bláu flokkarnir hóast alt koma saman og møguliga enntá kunna semjast um, hvør skal vera liðleiðari.

 

Tað verður ikki bara búskaparpolitikkur, sum verður krígsøki, men eisini tilflytarapolitikkur, lógarpolitikkur, útbúgving og almennir skúlar. Kanska Ríkisfelagsskapurin.

 

Danskur politikkur verður ein vígvøllur við útlitum til styttri valskeið. Aftur til 70-árini hjá Anker Jørgensen við politiskum og búskaparligum óstabiliteti. Váðin er har í øllum førum.

 

Um nakar heldur, at heitasti dreymurin hjá Mette Frederiksen er ein reinur, reyður meiriluti og ein ljósareyð stjórn, so fara tey skeiv.

 

Tað verður meira sum ein marra.

 

Persónliga haldi eg, at tað fer at enda við eini stjórn við Mette Frederiksen, Pia Olsen Dyhr, Lars Løkke Rasmussen og Martin Lidegaard. Torført, men ikki ógjørligt, sjálvt um tey fara at hava brúk fyri atkvøðum frá Eindarlistanum og Alternativinum.

 

Borgarligu flokkarnir munnu harafturímóti vera í harðari andstøðu. Tíðin við breiðum samstarvi kann lættliga enda á hesum valinum, um tað verður avgerðin hjá eini val-sigrandi Mette Frederiksen.

 

 

 

Hans Engell

 

 

 

 

 

 

 

 

 

-------------------

 

Fakta um Hans Engell:

 

 

 

 

 

Hans Engell er fyrrverandi danskur politikari – seinastu árini mest kendur sum fastur politiskur viðmerkjari hjá TV 2 News og TV 2.

 

Hann hevur verið formaður í danska Konservativa flokkinum. Hevur verið verjumálaráðharri og løgmálaráðharri.

 

Eftir tíðina sum politiarki var hann blaðstjóri á Ekstra Bladet tíðarskeiðið frá 2000 til 2009.

 

Hann trein inn á politiska pallin, tá Schlüther skipaði fyrstu stjórn sína í 1982. Hann varð valdur á Fólkating í 1984. Árini 1993-1997 var hann formmaður í Konservativa flokkinum.