Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í vikuni.
- Partrolararnir hava smáligan fiskiskap, men umframt upsa fáa skipini eisini nakað av hvítum fiski.
Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Tríggir djúpvatnstrolarar eru eystanfyri og fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk.
- Væntandi koma tveir inn at landa síðst í vikuni, men hin triði landar neyvan fyrr enn í aðru viku.
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar á Føroya Banka. Teir koma inn at landa miðskeiðis í vikuni.
- Jákup Sverri fær mest av toski og upsa, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Allir teir smáu trolbátarnir liggja og bíða eftir betri veðri.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.












