Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, eigur myndirnar

Óvanliga nógvur fiskur eftir árstíðini 

- Vit hava nýliga gjørt fleiri túrar, har vit hava ligið um 200 pund á stampin. Tað er góður fiskiskapur og so á hásumri

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, eigur myndirnar

Á middegi í dag kom útróðrarbáturin Stakkavík í Klaksvík aftur av útróðri. Andru Poulsen er eigari og skipari, og hann letur væl at útróðrinum, hóast hetta vanliga er vánalig tíð til útróður.

 

Sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, vitjaði umborð og fekk orð á Andru, sum var væl nøgdur við túrin.

 

- Vit hava verið norðanfyri við  40 stampum og hava sløk 7000 pund. Størra helvtin er toskur, sjey kør við toski og seks kør við hýsu, sigur hann.

 

Hvussu er fiskurin fyri? spyr sjómanstrúboðarin.

 

- Hann er væl fyri. Sjálvandi er hann ikki væl fyri eftir gýtingina, men seinasta mánaðin er fiskurin nógv framfarin og er væl fyri nú, sigur hann.

 

Og Andru Poulsen leggur aftrat:

 

- Kanska er tað munur á fiskinum inni við land og fiskinum úti á. Vit hava roynt mest norðanfyri og nakað út frá landi, sigur hann.

 

Skiparin heldur, at tað er óvanliga nógvur fiskur at fáa, tá hugsað verður um árstíðina.

 

- Fleiri eldri útróðrarmenn siga, at hesa tíðina á árinum var vanligt fyrr at fara út á djýpri vatn at royna eftir brosmu og longu - ella a  halda summarfrí, tí norðanfyri var einki at fáa, sigur hann.

 

##med2##

 

Stakkavík hevur nýliga gjørt fleiri túrar, har teir hava ligið um 200 pund á stampin.

 

- Tað er góður fiskiskapur og so á hásumri, sigur Andru Poulsen.

 

Hann hevur róð út síðan 2016 og hevur drivið Stakkavík síðan 2018.

 

- Frá trúboðaranum fingu teir kristiligan lesnað og heilsanina: Góðan túr og Jesus fylgið tykkum! Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!

 

Kelda: Føroyska Sjómansmissiónin á Facebook

 

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, eigur myndirnar