Tað skrivar Reuters við tilvísing til Fifa.
Balogun fekk reytt kort í 2-0-sigrinum hjá USA á Bosnia-Hersigovina í 16.-partsfinaluni og hevði tí fingið sjálvvirkandi leikbann.
Men í gjar boðaði Fifa frá, at leikbannið varð gjørt treytað í eitt ár sambært grein 27 í revsireglunum hjá Fifa.
Belgiska fótbóltssambandið kærdi avgerðina, men Fifa hevur nú staðfest, at Belgia ikki er partur í málinum og tí ikki hevur rætt at kæra. Sambært Fifa er kæran tí "ikki tøk til viðgerðar".
Málið hevur elvt til nógv kjak. Evropeiska fótbóltssambandið, Uefa, hevur funnist hvassliga at avgerðini og heldur, at hon undirgrevur trúvirðið hjá HM.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, váttaði í dag, at hann hevði biðið Fifa endurskoða leikbannið. Hann helt ikki, at Balogun átti at fingið reytt kort, og kallaði dómaran "illgrunasaman".
Fifa-forsetin Gianni Infantino hevur váttað, at Trump ringdi til hansara um málið, men leggur dent á, at juridisku nevndirnar hjá Fifa taka avgerðir sjálvstøðugt og óheft.
Belgiska fótbóltssambandið hevur áður sagt, at tað ongantíð fekk innlit í sjálva avgerðina hjá Fifa, hóast felagið bað um eina frágreiðing um gongdina í málinum.
/Ritzau/











