Flogvøllur í Eysturoynni

Spurningur til landsstýrismannin, Sámal Petur í Grund, um flogvøll á Skorhæddini í Eysturoy.

Spurningur til landsstýrismannin, Sámal Petur í Grund, um flogvøll á Skorhæddini í Eysturoy.

Nú eru menn, guð hjálpi tú mær, aftur farnir at tosa, í rámasta álvara, um at gera undirsjóvartunnlar undir bæði Leirvíksfjørð og Vestmannasund.

Vitandi um, at skjótt verður val, og at egnast skal bæði væl og virðiliga, kann ein hugsa sum so, at hendan bløðran eisini brestur sum so mangar aðrar valbløðrur.

Opni spurningur mín til Sámal Petur í Grund landsstýrismann verður so hvat við at gera nýggjan flogvøll á Skorhæddini, sum hevur allar fyritreytir fyri at fáa ein góðan flogvøll.

Er tíðin ikki komin hartil at hugsast má rationelt og internationalt. Nú er loksins komið so nær uppundir land við eini komandi oljuvinnu, at gangast má útfrá, at oljan er í undirgrundini.

Skálafjørðurin er av skaparans hond ein sonn natúrhavn, sum uttan iva verður av oljufeløgum raðfest sum nummar eitt, táið hugsað verður um tænastuviðurskifti, tí vil tað vera heilt burtur við at síggja burtur frá tilmælinum frá høgt kvalifiseraðum fólki, sum siga at Skorhæddin er besta økið til ein nýggjan flogvøll.

Alt gott um bygdamenning, men tað kann ikki forða fyri eini natúrligum útviklingi á meginlandinum.

So latið undirsjóvartunnlanar liggja inntil vit hava ráð til slíkar luksus hentleikar.

Byggið landið út eftir tørvi, og har sum fyritreytirnar eru til staðar.


G. Jakobsen