Floksleiðari mælir hernaðarnoktarum at royja pott

Ungir menn, sum vilja sleppa undan herskyldu í Týsklandi, fáa nú eina hjálpandi hond frá vinstravenda leiðaranum Jan van Aken úr flokkinum Die Linke.

Jan van Aken, ein av teimum báðum floksformonnunum í týska vinstraflokkinum Die Linke, hevur ráð og vegleiðing til ungar menn, sum vilja sleppa undan hertænastuni í Týsklandi.  Savnsmynd: Bernd Weiÿbrod/Ritzau Scanpix


Hann eggjar teimum ungu til at roykja eina joint - tað vil siga eina marijuana sigarett - áðrenn sessiónina um upptøku til herin. Tá verða teir vrakaðir við læknakanningina, eru ráð hansara.

- Vit hjálpa fegin við ráðum og vegleiðingum um, hvussu tú kanst blíva avvístur, sigur van Aken við týska miðilin t-online.

- Til dømis verður sagt, at ein ordilig joint áðrenn sessionina kundi hjálpt tær at verða mettur at vera ógegnigur, leggur hann afturat.

Stjórnarsamgongan hjá Friedrich Merz, kanslara, gjørdi fyrr í hesum mánaðinum semju um nýggjar reglur um hertænastu.

Tað verður í fyrstu atløgu grundað á sjálvbodna tænastu. Men um nóg nógv ikki melda seg til, má rekrutering gerast millum ungar menn - sum so kunnu vrakast fyri til dømis at vera ov ávirkaðir av euforiskum rúsevnum.

 

##med2##

 

/Ritzau/

 

Jan van Aken, ein av teimum báðum floksformonnunum í týska vinstraflokkinum Die Linke, hevur ráð og vegleiðing til ungar menn, sum vilja sleppa undan hertænastuni í Týsklandi.  Savnsmynd: Bernd Weiÿbrod/Ritzau Scanpix

Ein joint beint áðrenn læknakanningina til at verða upptikin í herin fer at bjarga tær undan hertænastu, stendur í einum ráði frá týska vinstraflokkinum.  Savnsmynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix