Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í dag dyst á útivølli í týsku bundesliguni í Mannheim móti Rhein-Neckar Löwen.
Frammanfyri 11.577 áskoðarum í SAP Arena høllini í Mannheim eydnaðist tað Füchse Berlin at vinna 33-30 á Rhein-Neckar Löwen. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Hákun skoraði fýra mál upp á seks málroyndir.
Füchse Berlin er triðfremst í deildini við 20 stigum. Teir eru trý stig aftanfyri oddaliðið, SC Magdeburg sum higartil bara hevur mist eitt stig í hesum kappingarárinum.
Komandi hóskvøld klokkan 19.45 verður ein rimmar dystur á skránni í Max Schmelling høllini í Berlin. Tá kemur ungarska liðið, Veszprem á vitjan fyri at spæla dyst í bólki A í Champions League. Füchse Berlin er fremst í bólkinum við 16 stigum. Veszprem er nummar trý við 10 stigum.











