Floksting, fótbóltur og Fab Four

Í døgunum 26. september til 3. oktober, vitjaði Jóannes Eidesgaard í Ongland, har hann luttók á landsfundinum hjá Labour, enska arbeiðaraflokkinum. Nógv áhugavert var at hoyra, mong kend andlit at heilsa uppá, men umframt var møguleiki at uppliva ymiskt, sum var eitt sindur uttan fyri politisku skránna, men sum tó eisini hevur politiskan týdning

Greitt hevur áður verið frá ferðini hjá formanni Javnaðartfloksins í Onglandi, har hann luttók á landsfundi hjá Labour. Her verður tikið aftur í aftur okkurt, men eisini hugt at ymsum øðrum, ið fyrifórst á ferðini, ymsum vitjanum og kendum og áhugaverdum fólkum á leiðini.
Eitt sindur um politikk, tónleik, tíðarskeið, rák, fólk og áhugaverd støð.
 
Boðin við
Viðkomandi er at seta sær spurningin, hví Jóannes Eidesgaard tók lut á landsfundinum hjá Labour og hvussu hetta kom í lag
- Tá eg var fólkatingslimur, kom í lag, at eg skuldi halda fyrilestur í einum felag í Onglandi fyri føroyingar og bretar við áhuga fyri Føroyum. Tað var L. Wilson, sum er av føroyskari ætt, av Apol ættini, sum fekk hetta í lag. Tá eg var í London bóru vit so í bandi, at Wilson skipaði so fyri, at eg fekk samband við altjóða deildina hjá Labour, sigur Jóannes Eidesgaard.
Áhugi var frá báðum pørtum fyri samstarvi og báðir partar vildu læra meira um viðurskiftini hjá hvørjum øðrum.
- Báðir flokkar byggja á sosialdemokratisk sjónarmið og á somu virði, sigur Jóanes Eidesgaard, sum hevur sent innbjóðing til Onglands til Labour, og boðið teimum við á landsfund Javnaðarfloksins, sum verður í næstum.

Tey kendu og áhugaverdu
Mong kend nøvn vóru at síggja til landsfundin hjá Labour, sum vitugligt er. Hæddarpunktið var sjálvsagt røðan hjá Tony Blair, har hann setti øll á pláss og talaði sum ein sterkur politikari, hóast ymsar rembingar í flokkinum. Meira um tað seinni. Eisini fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton helt røðu.
Jóannes hitti John Prescot, Robin Cook og Jack Straw. Og eisini litríka Tony Benn. Hann hevur verið í parlamentinum og er aðalborin, men segði hetta frá sær, tí hann metti ikki vera rætt, at ein arvaði slíkt. Benn er kendur talari og virkin á vinstravonginum, innan friðararbeiði og við til fleiri av stóru mótmælisgongunum. Tony Benn er litríkur og framúr røðari, sum Jóannes eisini upplivdi á kvøldsetu, og Benn er eisini, kann ein siga,  eitt slag avringari samvitsku hjá Labour.
 
Afrika
Sum fólkatingslimur hitti Jóannes Eidesgaard Nelson Mandela, tá hesin vitjaði har. Fleiri umboð fyri afrikansk lond tóku lut á landsfundinum hjá Labour, eisini umboð fyri ANC. Onnur umboð vóru úr t.d. Zimbabwe, Fílabeinstrondina og umboð fyri kvinnurørsluna í Botswana.
Jóannes minnir á, at almennu Føroyar stuðlaðu ANC, tá felagskpurin enn stríddist mótvegis apartheit.
Í dag hittir ein afrikansk umboð sum frí fólk og umboð fyri demokratisk lond. Nevnast kann, at andstøðu politikarar als ikki taka undir við Robert Mugabe, sum vil taka jørð frá teim hvítu bóndrunum, so svørt fáa garðarnar. Andstøðan heldur ikki hetta at flyta fólk við megi vera eina loysn, og vísir eisini á, at ilt verður at fáa produktivitet í jarðarbrúkini og stórt arbeiðsloysi er at dragast við.
- Tað hevur sjálvandi stóran týdning hjá hesum umboðum at koma á tal við fólk, sum eru við at mynda heimspolitikkin, sigur Jóannes Eidesgaard.

Liverpool og Beatles
At fundast í dagavís er strævið og ein dag tóku Jóannes, og skrivarin Jens Johan Dam, sær frí og fóru at vitja í Liverpool. Ein bý, sum eisini nógvir føroyingar kenna og hava havt samband við.
- Liverpool er arbeiðarabýur og spennandi og søguríkur býur. Eitt ávíst samband hevur altíð verið millum arbeiðarar og javnaðaráhugað fólk. Hóast arbeiðarabýur, so hevur býurin megnað at gera seg kendan og at skapa kend nøvn, t.d. The Beatles, sigur Jóannes Eidesgaard, sum vitjaði støð í samband við teir fýra kendu, The Fab Four.
- Beatlarnir vóru jú ungir menn, sum gjørdu uppreistur ímóti tí etableraða samfelagnum, teir gjørdu eina musikalska kollvelting, og broyttu heimin, og alt hetta er sprottið úr arbeiðaraklassanum og smáum korum, sigur Jóannes, sum eisini vitjaði í Mathew Street, har The Cavern Club liggur, har Beatles byrjaði at spæla.
- Brian Epstein, sum var kendur handilsmaður og hann, ið førdi The Beatles fram, var og vitjaði í Cavern tá Beatles spældu, tí hann hevði hoyrt um teir. Men hann segði seinni, at hann beinanvegin kendi, at hann líkasum ikki hoyrdi til í umhvørvinum, sigur Jóannes, sum eisini vitjaði Beatles savnið og sum fekk eina stóra heildaruppliving, hóast t.d. Cavern Club í dag er stásaður nakað upp, í mun til fyrst í sekstiárunum, tá søga varð skrivað har.
- At vitja alt hetta var eitt stórt upplivilsi,serliga hjá mær, tá eg nú minnist sekstiárini og alt, ið tá hendi, sigur Jóannes.
Og sjálvandi varð eisini vitjað á Anfield Road ? vøllinum hjá Liverpool.
- Her er tekin um tað sama, um nakað stórt, ið spratt úr smáum korum. Felagið er annars stovnað  í 1892, eins og TB. Liverpool hevur verið millum mest vinnandi liðini. Og eyðkent er samanhaldið, og sum kunnugt gevur tað styrki, tá so nógv fólk eru saman um okkurt ávíst, sigur Jóannes Eidesgaard.

Stór uppboðssøla
Vitjað varð eisini í Peterhead. Har hava umboð úr vinnunevndini eisini vitjað.
Í Peterhead er stór gólvuppboðssøla. Tann dagin Jóannes Eidesgaard vitjaði, vórðu 4000 kassar seldir og sum heild eru nøgdirnar stórar.
- Tað er eitt serstakt umhvørvi, har er róp og hurlivas, og teir nýta blunk, keipur og andlitsbrá og annað slíkt, tá keypt verður, so tað eitt upplivilsi, greiðir Jóannes fra.
- Men onglendingar hava jú traditiónir. T.d. er tað so, at hann, ið keypur nakrar kassar, leggur altíð fleiri merkiseðlar á. Hetta stavar frá gomlum døgum, tá nógvur gjøgnumtrekur var í høllini, og seðlarnir lættliga fuku burtur. Í dag eru øðrvísi umstøður, men henda siðvenja við mongum seðlum er eftir enn, sigur Jóannes.
- Skelkandi var annars at síggja, hvussu smá hýsa var seld har. Hjá okkum høvdu menn helst blaka útaftur, men myndugleikarnir hava einki veruligt eftirlit, sigur Jóannes Eidesgaard, sum tó nevnir aðra áhugaverda skipan.
- Men teir seta dygdina høgt. Reiðarar og myndugleikar hava avtalu, har eftirlit kemur umborð á skipini. Hetta eru fólk, ið hava skil uppá fiskiskap og umstøður. Arbeiðsgongdirnar verða gingnar ígjøgnum saman við skiparanum og uppskot gjørt til bøtandi tiltøk. Frágreiðing verður skrivað, men hetta er innahýsis og als ikki er talan um nakran peikifingur, men um samstarv og álit. Og hetta hevur givið góð úrslit, sigur Jóannes, og leggur afturat, at slík skipan møguliga er verd at umhugsa.
Byrjað verður árla á morgni við uppboðssøluni og um  eitt tíðina er liðugt. Talan er um heilt aðrar nøgdir, enn vit kenna hjá okkum, men Jóannes heldur, at hetta við at byrja á morgni kanska er nakað, ið vit áttu at lagt okkum aftur.
Vitjað varð síðani á Robert Gordon, ið er lærdur háskúli. Hesin er frammaliga. Krit og talva eru fortíð og teldan verður nýtt, eisini til fyrilestrar, tá varpað verður á veggin frá telduni við Power Point. Fjarlesandi hava atgongd til tilfarið, sum eisini ert tókt á alnetinum. Vert er at nevna, at Føroya Handilsskúli hevur samstarv við henda lærda háskúlan og 8 føroyingar lesa í løtui Master of Bussiness sum fjarlestur. Hetta er fíggjað av BP.
Samanumtikið var hetta áhugaverd og gevandi vitjan.

Rembingar og politiska framtíðin
Hóast stutta ferð, so er almikið at siga frá, men vit fara at snúgva okkum aftur á politiska pallin.
Tað er eingin loyna, at vit liva í politiskum rembingartíðum og eisini innaflokka merkist hetta. Eisini hjá Labour og øðrum arbeiðaraflokkum.  Hvat er alment og hvat er privat? Hesi mørk tykjast meira liðilig í dag, enn áður.
Og røðan hjá Tony Blair á landsfundinum var ein røða, har hann skuldi staðfesta sína leiðslu og binda saman ymsu sjónarhornini í flokkinum. Og so snildisliga talaði hann, at eftir lokna talu var eingin ivi og fagnaðurin var stórur fyri tí sigrandi Blair.
Uppá fyrispurning um, hvat slík ferð til Onglands kann geva í framtíðini, siur Jóannes Eidesgaard.
- Eg vænti økt samstarv millum londini. Koma vit so langt, at vit framleiða olju, so er samstarv upplagt. Men eisini innan fiskivinnu og umhvørvi er møguleiki fyri samstarvi. Og eisini innan samferðslu. Vit hava jú havt ferjusamband handa vegin og Atlantic Airways hevur samband nú, eins og ein nýggj Norrøna brátt kemur í sigling, so tað er avgjørt áhugavert at hava samband handavegin, metir Jóannes Eidesgard.
- Vit hava samband við Danmark, sum vit jú eru í ríkisfelagsskapi við. Handilssambond standa okkum frí og verður t.d. hugsað um ferðavinnu, so er gott at hava samstarv við tjóð, ið telur 60 milliónir fólk, og heldur ikki er teinurin millum londini so langur, sigur Jóannes.

Politiska smiðan
Ongland er ein gluggi út í heim. Teir eru við til at seta dagskránna á altjóða politiska pallinum og eyðmerkja framtíðar politikkin. Vit kunnu samanbera landsfundin hjá Labour við eina smiðu, har hugsanir taka form, sum vit hitta aftur seinni, hjá okkum kanska um eini 5 til 10 ár, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Labour fundurin er stórur og fólk koma úr øllum heiminum, men tó var heldur veik norðurlendsk umboðan, eg hitti ella sá so ongan annan úr nøkrum norðurlandi. Eisini gomlu hjálondini eru við og ymsar rørslur úr Afrika, so talan er um eitt livandi forum, greiðir Jóannes  Eidesgaard frá.
Men hvussu stendur føroyski Javnaðarflokkurin í mun til tær rembingar í eru, eitt nú í spurninginum um alment og privat?
- Javnaðarflokkar kring okkum hava tikið stig í liberala ætt og tosa um privatisering og útlisitering. Vit hava kanska verið heldur afturhaldandi, men framvegis er privatisering ikki eitt mál í sær sjálvum, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Men tað er gott at koma á tal við onnur og at tosa um tingini, tí so torur ein eisini betri og vi skulu ikki hava tabu-evnir. Vit eiga ikki at seta føtur í spenni og siga nei til alt. Gott er at fáa íblástur, sigur Jóannes.
- Taka vit heilsuverkið, so er Ongland í ávísan mun farið at hallað mótvegis Amerika, men teir varðveita tó eitt alment heilsuverk. Men tað kann tó gerast betri, um tilgongd er av pengum til gransking og annað frá grunnum og vinnulívi. Tó er ikki talan um brúkaragjald, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Í síni tíð tók Thatcher nøkur arbeiðaramál til sín og fekk miðuna í politikkinum við. Blair ger kanska tað sama, førur konservativan politikk og fær fleiri við, hann avvápnar teir konservativu og varðveitur stjórnarvaldið, hugleiðir Jóannes Eidesgaard.
- Tað sama hendir her, sum aðrastaðni, og vit hava viðurkent tað, ið rørist her, sigur formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgarrd, efti vitjan í politisku smiðuni, har altjóða hugsanir og politikkur taka form, ið vit hitta ár seinni og skulu taka støðu til.