Florida misti streymin

Stórir partar av Florida lógu í myrkri í gjár, tí streymveitingin fór

Klokkan var júst farin av eitt lokala tíð í gjár, tá streymurin fór í stórum pørtum av amerikanska statinum Florida. Líka úr Miami til Jacksonville á eysturstrondini til Tampa har norðuri var eingin streymur, og sambært myndugleikunum lógu 4,4 milliónir fólk í streymloysi.

 

Sambært elfelagnum Florida Power & Light var tað eitt tekniskt brek, sum gjørdi, at streymurin fór, og myndugleikarnir í Washington vóru skjótir at boða frá, at streymslitið hevði einki við yvirgang at gera.

 

Fýra tímar seinni kom streymurin aftur.