Heilt fitt av fólkið var savnað til fótbóltsdyst á Skála mánakvøldið, har grannauppgerð var, tá vespurnar úr Runavík vóru og vitjaðu. Tað var turt, ikki ein ond rørdist og karmarnir til ein góðan fótbóltsdyst vóru so at siga optimalir.
Samstundis sum tíðindini byrjaðu bríkslaði Lassin Isaksen dystin í gongd, og beinavegin var greitt, at á Skála skuldi heimaliðið ráða.
Teir appilsinlittu fluttu bóltin skjótt og væl sína millum. Úr einum borði í hitt, so mitt niðan eftir vøllinum og so aftur út í borðini.
Málleysur fyrri hálvleikur
Skjóta og góða spæli hevði við sær, at liðið kom fram til fleiri málmøguleikar. Onkrir størri enn aðrir, men hvørja ferð teir nærkaðust brotsteiginum ella komu í skotstøðu, so vantaði neyvleikin, ella eisini varð bólturin trillaður runt nakrar ferðir aftrat, og so fekk NSÍ verjan ruddað burtur.
Eitt dømi um vantandi neyvleika var, tá eitt korter var spælt. Vælleikandi Levi Hansen kemur niðan í vinstru síðu og leggur ein bólt inn fyri. Hesin endar so ella so fyri føturnar á Jónhard Fredriksberg, men við tómum málið framman fyri sær fær hann ikki skot á.
Eitt annað dømi var, tá Bjarni Jørgensen, sum eisini var væl upplagdur, fekk eina fríspæling og rann seg leysan av verjuleikaranum. Men einsamallur við Jens Martin Knudsen gjørdist skotið og veikt, og Jens Martin kundi uttan stórvegis trupulleikar bjarga skotroyndini.
Runavíkingar vóru so at siga trýstir í botn, men onkran kontramøguleika fingu teir tó.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Bogi Løkin, sum endaði eitt kontraálop, men góða skot hansara smeyg sær dygst framvið stongini og út til málspark.
Eisini Christian Høgni Jacobsen royndi seg viðhvørt, men var ongantíð nær við. Tað var Iulian Florescu har aftur ímóti fimm minuttir fyri steðgin.
NSÍ vann sær fríspark nakað uttan fyri brotsteigin og eitt sindur úti í høgru síðu. Iulian Florescu varð settur at skjóta. Hann lyfti bóltin upp um múrin men skotið brast á stongina. Hetta var vandamesta royndin á øllum fyrra hálvleiki, og samstundis eisini tað nærmasta NSÍ kom einum máli.
Mál beinanvegin
Seinni hálvleikur byrjaði við, at Bjarni Jørgensen varð tikin út og Debus Danielsen varð settur inn fyri hann. Bjarni Jørgensen hevði spælt ein fínan fyrra hálvleik, men hevur verið skaddur stóran part av árinum og orkar helst ikki at spæla ein heilan dyst.
Debus Danielsen skuldi tó ikki brúka langa tíð at sannføra bæði viðhaldsfólk og venjara um, at hann var rætti maðurin at seta inn.
Bara tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik fær ein Skálaleikari bóltin mitt fyri brotsteigin. Hesin er pressaður men fær tó lagt bóltin út í høgra borð til Levi Hansen, sum smekkaði hart inn fyri, og við handaru stong kemur júst innkomni Debus Danielsen flúgvandi og taklar hann bóltin í netið.
Vespur uttan brodd
Eitt korter inn í seinna hálvleik kom NSÍ til sínar størstu kjansir. Fyrst royndi Jústinus Hansen seg, eftir fina frísparkskombinatión við Iulian Florescu og Helga L. Petersen, men Vlada Filipovic stórbjargaði góða fluktaranum.
Minuttin eftir var aftur um reppið at NSÍ fekk mál, men Christian Høgni Jacobsen misnýtti upp á tað allar skammiligasta gylta møguleikan, eftir at Helgi L. Petersen hevði lagt honum bóltin fyri føturnar.
Tá vespurnar ikki høvdu hug at prika, so revsaði Skála tað í hinum endanum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fær Jónhard Fredriksberg bóltin í vinstra borði. Hann ger eitt lítið trekk, og á brotsteigarhorninum smekkar hann til. Bólturin fer fúkandi eftir svørðinum og brestur í handaru stong áðrenn støkkur í málið. Eitt flott mál frá landsliðsleikaranum.
Eftir hetta flutti Skála bóltin skilagott sína millum. Teir framdu onkra verjukendar útskiftingar, Alexandur Johansen og Levi Hanssen vórðu tiknir út, og Bárður Danielsen og Poul N. Poulsen settir inn, og síðani varð dysturin stýrdur heim uttan stórvegis hóvasták.
Tað vóru ikki teir stóru kjansirnir, sum komu hesa løtuna, men í sjálvari yvirtíðini fekk Jónhard Fredriksberg ein gyltan møguleika at staðfesta sigurin, men júst sum starvsfelagin á landsliðnum, so kiksaði hann fyri opnum máli.Hetta hevur tó lítið at siga. Skála vann rættiliga sannførandi, og spældi helst nakað av tí besta teir hava spælt í ár. Hinvegin vóru runavíkingar nær við at revsa teir, tá teir ikki fingu bóltin inn, men vantandi neyveikin kostaði ikki hesaferð.