Flóttafólk í Norðurlandahúsinum

Tiltakið Hvussu kunnu vit hjálpa skal lýsa flóttafólkakreppuna í Evropa í dag og greitt karmarnar hjá teimum føroyingum, sum ynskja at hjálpa.

Tiltakið “Hvussu kunnu vit hjálpa?”, sum byrjaði sum eitt kjak á Facebook í farnu viku, er sett á skrá í Norðurlandahúsinum nú leygardagin 12. september kl. 15.

 

Endamálið við tiltakinum er í tveimum: Í fyrsta lagi at fáa lýst flóttafólkakreppuna í Evropa í dag og greitt karmarnar hjá teimum føroyingum, sum ynskja at hjálpa og kenna seg at hava nakað at bjóða. Í øðrum lagi vilja vit hoyra, hvørjar hugsanir og ítøkiligar ætlanir politiska skipanin hevur í mun til hesa risastóru avbjóðingina.

 

- Støðan í Evropa er ræðandi og ørkymlandi, og fólk hava tørv á, at politiska skipanin tekur ábyrgd og leiðir okkum ígjøgnum hetta. Uttan greiða ætlan frá myndugleikunum enda vit skjótt í ruðuleika. Vit síggja longu, at fólk hava hug at savnast í tveimum mótpólum, sum koma at snúgva seg um, hvørt vit skulu hjálpa ella ikki, heldur enn hvussu vit hjálpa á skynsamasta hátt. Tað er hetta seinna, ið vit ynskja at seta á dagsskrá, skriva fyrireikararnir.

 

Á skránni leygardagin eru stuttar framløgur frá hjálparfelagsskapum og einstaklingum við kunnleika um heimsstøðuna í dag og kørmunum í Føroyum. Heini í Skorini, journalistur og stjórnmálafrøðingur, greiðir frá bakgrundini fyri flóttafólkastreyminum. Johan Jacobsen, fyrrverandi fulltrúi á Udlændingestyrelsen, greiðir frá um donsku asylskipanina, og hvussu vit fyrihalda okkum til hana her. Harumframt hava politisku flokkarnir fingið í boði at greiða frá teirra hugsan um, hvussu vit í Føroyum best kunnu hjálpa. Nøkur sjónbandainnsløg vera eisini. Aftaná fundin kunnu áhoyrarar, sum ynskja tað, skráseta seg við ymiskum sløgum av sjálvbodnari hjálp, ið tey vilja veita.

 

Tey, sum taka lut á tiltakinum, eru: Amnesty Føroya Deild, Barnabati, Reyði Krossur. Síðani verður ein runda við politisku flokkunum. Sunneva Háberg Eysturstein er orðstýrari.

 

 

Tiltakið er ókeypis, og eingin tilmelding er neyðug. Høvi verður at stuðla landsinnsavningini hjá Reyða Krossi.