Nú flóttafólk hava staðið á breddanum í tíðindaflutningi síðstu vikurnar, eru føroyingar nokk so ymsir á máli, tá tað kemur til spurningin, um vit eiga at fáa flóttafólk til Føroya ella ikki.
- Føroyingar vita í nógvum førum ov lítið um alt málið til at kunna taka eina støðu, sigur Vígdis Jákupsdóttir, sum er ættað úr Vestmanna, men gift við einum sýriskum muslimi.
Hon og maðurin búgva í Danmark, har tey millum annað eru við í donskum-sýriskum vinarfelag. Í mong ár hevur hon ferðast nógv til Sýrialands og veit tí, hvussu støðan er har.
- Verri enn so øll flóttafólkini, sum koma til vesturheimin, eru úr Sýrialandi, men øll siga seg vera sýrar, tí so fáa tey fleiri fyrimunir, sigur hon.
- Tað eru eisini nógvir sýrar, ið undrast á, hvussu tað ber til, at hesin flóttafólkastreymurin brádliga hevur tikið ferð á seg, sum um onkur hevur trýst á ein knøtt og sagt, at nú skulu vit øll til Europa.
Hon vísir á, at tað eru element í hesum, sum vit við vissu ikki ynskja okkum til Føroya, og ISIS hevur áður sagt, at ætlanin er at senda hundraðtúsundtals av sínum stuðlar til Europa sum flóttafólk.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Vígdis Jákupsdóttir.