Flutningur av pensionistum við Strandferðsluskipunum

Jógvan Elis Danielsen, 850 Hvalba

Vit eru pensionistar, men eru vit nú tað?
Eg eri ein av teimum, sum havi glett meg nógv til nýggja Smyril. Sigast má, at tað er eitt gott skip, vit hava fingið. Latum okkum tí ganga væl um skipi!
Men kortini er tað eitt, sum pensionistur, sum undrar meg. Tað ber til at fáa eina bilett fyri ein rímuligan pening, men hevur tú bil, er tú knappliga ikki pensionistur longur, men má gjalda fullan prís!!
Tíbetur liva vit í einum landi, har teir flestu pensionistarnir hava bil. Men at vit liva í yvirflóð, við teirru lítlu pensiónini vit fáa, er synd at siga.
Tað vildi tí glett meg nógv, um Hans Pauli Strøm, landstýrismaður, ella onkur, sum hevur ábyrgdina av hesum, vildi greitt mær frá, um henda mannamun, sum verður gjørdur á landsins pensionistum.
Takk fyri upptøkuna

E.S.
Havið eitt hjartasuff til Hovmeistaran á Smyrli. Hevði tú vilja gjørt so væl, at gjørt okkum kaffi, sum ein kann bjóða fólki. Tað minnir, sum er, meiri um kaffi, sum DSB bjóðaði fyri umleið 30 árum síðani umborð á fergunum, sum sigldu um Stórabelt. Møguleikarnir eru góðir í tí frálíku matarhøllini umborð.