Tað hevur ljóðað, og nú er tað heilt vist, hóast tíðindini enn ikki eru formliga váttað.
Í leguni hjá Víkingi hava tey síðani vikuskiftið verið upptikin av at kynda undir steypahýrin, nú tey í Eysturkommunu fyrireika seg til leygardagin at fara suður í høvuðsstaðin, har flaggskipið hjá teimum leygarkvøldið klokkan 19 fer at spæla finalu um løgmanssteypið ímóti KÍ.
Samstundis sum fjepparar og spælararnir saman við venjarunum fyrireika seg til leygarkvøldið at spæla steypafinalu, so verður í nevndini arbeitt við at fyrireika felagið til at vera klárt at bjóða KÍ og hinum av í kappingini um FM í 2023.
Tað er ikki alment enn, men tað er ein veruleiki, at Víkingur hevur skrivað undir sáttmála við Poul Kallsberg. 19 ára gamli framrættaði Poul Kallsberg var í farna kappingarári við í 25 landskappingardystum og skoraði seks mál á liðnum hjá Skála. Tvey av málunum skoraði hann, tá ið Skála av álvara bjóðaði Víkingi av í Sarpugerði. Tað var 9. apríl og í fimta umfari. Víkingur vann 4-2, og eftir at heimaliðið fyrsta hálva tíman legði seg á odda 3-0, svaraði Skála aftur og minkaði um munin til 3-1 og so 3-2. Í báðum førum var tað Poul Kallsberg, sum var málskjútti. Skálamenn spentu álopsbogan í roynd at javna, men fyritreytirnar versnaðu nógv, tá ið miðverjin Jákup Jakobsen sá gula kortið fyri aðru ferð, og so staðfesti Víkingur 4-2 sigurin.
Tað hevur ljóðað, at teir í Víkingi umframt Poul Kallsberg eisini eru áhugaðir í at skriva undir sáttmála við miðverjan Jákup Jakobsen, men tað letur ikki til, at tað enn er nakað í teimum tíðindunum.
Sambært faroesoccer.com hevur Poul Kallsberg spælt 53 dystir og skorað 8 mál í bestu landskappingini, og í summar varð hann skiftur inn í tveimum U-21 landsdystum á heimavølli. Tað var í EM undankappingardystunum ímóti Ukraina (0-4) og Serbia (1-1).