Lagið er ógvuliga gott í B36 leguni. Í góðveðrinum í Gundadali hevur B36 í kvøld vunnið 1-0 á Víkingi. Einsamalli málskjúttin var Lukasz Cieslewicz – besti spælarin í føroysku kappingini - sum miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði sigursmálið.
Sigurin ber við sær, at B36 nú er fimm stig frammanfyri NSÍ og sjey stig frammanfyri Víking, sum bæði hava spælt ein dyst fleiri enn B36.
Meðan lagið er sera gott í B36 leguni, so er vónbrotið stórt í Víkinga leguni. Tað er einki at undrast á. Víkingur hevði fleiri risa møguleikar at seta hol á. Eitt nú Finnur Justinussen og Atli Gregersen høvdu heilt stórar málmøguleikar, men marginalirnir vóru ikki við gestunum, sum raktu bæði stólpa og tvørtræ.
-Nú er einki at ivast í, at B36 vinnur FM. Vit gjørdu tað, sum vit megnaðu, men B36 átti einstaklingin, sum var munuriun, staðfestir Víkinga miðverjin Erling Jacobsen.
-Samanhaldið er so sera gott, hýrurin er góður, og vit standa felags í royndini at endurvinna FM heitið. Lukasz Cieslewicz var munurin. Víkingarnir høvdu møguleikar, men tóku ikki av, men tað gjørdi Lukasz, staðfestir B36 veteranurin Hanus Thorleifsson. Men hann vil ikki hoyra um, at B36 hevur tryggjað sær FM heitið:
-Um vit vinna á HB hósdagin, so fer tað at síggja heilt gott út.
Eingin ivi er um, at B36 vinnur FM, og at tað vera Víkingur og NSÍ, sum vinna hini heiðursmerkini. Eftir málleysan 1. hálvleik smurdi NSÍ EB/Streym av 6-0!
Stóri spurningurin í ovaru hálvu er, um tað verður HB ella KÍ, sum fer at vinna síðsta atgongumerkið til europeiskan fótbólt.
Spenningurin snýr seg um, um tað verður HB ella tað verður KÍ, sum fer at vinna fjórða plássið. HB er framvegis nummar fýra, men í dag togaði KÍ seg tvey stig nærri fjórða plássinum.
KÍ vann 2-0 í Vági ímóti FC Suðuroy, sum allan 2. hálvleik var undirmannað. Miðverjin Christian Ibegeaha varð stutt undan steðginum vístur av vøllinum eftir neyðbremsu ímóti sera væl upplagda Heðini Klakstein. Jóannes Bjartalíð royndi seg við brotssparki, sum Kári Jacobsen hálvbjargaði, men Jóannes var fyrstur á returbóltinum, og so var hálvleiksstøðan 1-0 til KÍ.
Heðin Klakstein, sum er toppskjútti hjá KÍ, staðfesti 2-0 KÍ sigurin í 2. hálvleiki.
Í Fuglafirði sá tað út sum, at HB fór at vinna, tá ið innskifti Andrew av Fløtum lítla løtu undan, at vanliga leiktíðin var farin, skoraði til 2-1. Men í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, setti Bartal Eliasen bóltin í málið eftir horna, og so var 2-2.
Nú eru tvey stig millum HB og KÍ, sum eigur betri málmun.
Í botninum lyfti AB seg upp um FC Suðuroy. Bæði AB og FC Suðuroy hava 16 stig, men málmunurin hjá AB er munandi betri.
AB vann 3-0 á heimavølli ímóti TB. Innskifti Karstin Højgaard var dagsins maður, tá ið hann fram ímóti dystarenda skoraði tvær ferðir. Eftir kiks í TB verjuni skoraði Jobin Drangastein einsamalla málið í 1. hálvleiki.
B36-Víkingur 1-0 (0-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz
FC Suðuroy-KÍ 0-2 (0-1)
0-1: Jóannes Bjartalíð
0-2: Heðin Klakstein
AB-TB 3-0 (1-0)
1-0: Jobin Drangastein
2-0: Karstin Højgaard
3-0: Karstin Højgaard
NSÍ-EB/Streymur 6-0 (0-0)
1-0: Árni Frederiksberg
2-0: Haraldur R. Højgaard
3-0: Christian Høgni Jacobsen
4-0: Klæmint A. Olsen
5-0: Pól Jóhannus Justinussen
6-0: Christian Høgni Jacobsen
ÍF-HB 2-2 (0-1)
0-1: Christian R. Mouritsen
1-1: Andy Ó. Olsen
1-2: Andrew av Fløtum
2-2: Bartal Eliasen
Støðan
B36 51
NSÍ 46
Víkingur 44
HB 36
KÍ 34
ÍF 24
TB 23
AB 16
FC Suðuroy 16
EB/Streymur 7
Víkingur og NSÍ hava spælt 23 dystir, og øll hini liðini hava spælt 22 dystir.
23. umfar
Hósdagin 27. august
HB-B36
KÍ-AB
Sunnudagin 30. august
EB/Streymur-FC Suðuroy
TB-ÍF