renning
Nú verður høvi hjá rennarum at royna seg á einum av teimun longri teinunum, tá Ítróttarfelagið Bragdið skipar fyri kapping í hálvum Marathon leygardagin 3. mai. kl. 14.00. Teinurin sum er 21,1 km. langur, byrjar og endar á Bursatanga. Umframt at renningin leygardagin er FM-kapping er hettar eisini ein opin kapping. Tað merkir at øll, sum halda seg til, eru vælkomin at luttaka. Kappingina í fjør vann Cecil Weihe hjá monnunum við tíðini 1 t. 16 min. 55 sek. Hjá kvinnunum vann Rigmor N. Arge við 1 t. 29 min. 57 sek. Í ár verður kappast í fleiri bólkum. Menn, kvinnur og eisini verður kapping fyri veteranar hjá báðum kynum. Veteranar í hesum føri merkir tey, sum eru 45 ár ella eldri.
Teinurin sum skal rennast leygardagin er á sløttum, so møguleikarnir eru góðir hjá rennainum at fáa eina góða tíð.