FM-kapping í amboðsfimleiki

Leygardagin 20. og sunnudagin 21. mai 2006, verða FM-kappingar fyri einstaklingar í amboðsfimleiki


Kappast verður í 4 deildum: kvinnur, menn, kvinnuunglingar og mansunglingar. Kappingarnar verða í Ítrottarhøllini á Hálsi í Havn.
Fimleikararnir, sum luttaka í kappingunum, koma úr fýra ymiskum fimleikafeløgunum. Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósið og Fimleikafelagnum Støkk.
Leygardagin 20. mai verður sokallaða all round FM kappingin, tvs. har kappast verður í øllum amboðum samlað. Vinnarin er tann, sum fær flest stig tilsamans í øllum amboðum. Kappingarnar leygardagin eru samstundis undankapping til amboðsfinalurnar sunnudagin, har 6 teir bestu fimleikararnir kappast í hvørjum amboði fyri seg.
Kappast verður fyri kvinnur, í gólvi, lopi um hest og á bita, fyri menn í gólvi, lopi um hest og í ringum.
Kappingarnar byrja báðar dagarnar kl. 13.00.