Hetta vikuskiftið skulu føroyameistararnir finnast í súkkling. Tríggir aldursbólkar eru við í kappingini, og eru teir unglingar, master og so ein opin bólkur. Teir bestu í einkultstarti, býarkoyring og landavegkoyring skulu finnast.
Skráin:
Fríggjakvøldið 10. august kl. 19
30 km einkultstartur
Teinur: FK í Miðvági, Flogvøllur, FK. Teinurin skal koyrast 3 ferðir.
Unglingar og master koyra 20 km.
Leygardagin, 11. august kl. 15.00
100 km felagsstartur.
Teinur: Plantusølan við Hvítanesvegin, Kollafjørð, Vestmanna, Oyggjarvegur, Hvítanesvegur, rundkoyringin við Føroya Tele, rundkoyringin við R. C. Effersøesgøta,
eftir Yviri við Strond, til rundkoyringin við Skansan og só á mál við Plantusøluna.
Sunnudagin 12. august kl. 09.30
Býarkoyring: Kappast verður um
FM-heitið í Criterium, og koyrt verður á Hálsi í Tórshavn.
Teinur: Startur og mál við Vælveru Fitness á Hálsi.
Koyrt verður 50 min., pluss eitt umfar