Tað skal valdast, sum øll úrslitini laga seg til fyrimunar fyri toppliðið.
Eftir fýra umfør hevur meistaraliðið úr Klaksvík 12 stig, meðan næsta liðið á talvuni hevur seks stig.
Aftur í dag vann KÍ, meðan hinir báðir dystirnir endaðu við javnleiki. KÍ hevur vunnið fýra dystir, B36, NSÍ og ÍVB hava vunnið hvør sín dyst, og HB og EBS/Skála bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum.
Higartil í ár hava flestu dystirnir verið rættiliga málfátækir, og soleiðis var tað eisini ídag.
KÍ hevði vitjan av EBS/Skála, og heimaliðið vann 3-0. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, og talan var um tríggjar ymiskar málskjúttar. Sigrun Sirdal skoraði miðskeiðis í fyrra hálvleiki fyri fyrstu ferð í ár, 16 ára gamla Malena Olsen skoraði fyri fyrstu ferð í bestu deildini, tá ið hon tveir minuttir seinni økti til 2-0, og liðformaðurin Eyðvør Klakstein staðfesti sigurin, tá ið tað restaðu tríggir minuttir av fyrra hálvleiki.
Í stevnudystinum í Runavík endaði tað 1-1 millum NSÍ og B36. Fýra minuttir eftir steðgin legði 15 ára gamla Ester Ellingsgaard B36 framum við fyrsta málinum, sum hon hevur skorað í bestu deildini, og í 68. minutti javnaði NSÍ liðformaðurin Heidi Sevdal til 1-1. Sambært faroesoccer.com var hetta mál nummar 251 í bestu deildini hjá Heidi Sevdal.
Í Gundadali endaði tað 1-1 millum HB og ÍVB. Ein tími var farin, tá ið Kára Djurhuus legði HB framum, og fimm minuttir undan leikloki javnaði Hjørdis Rasmusdóttir til 1-1. HB hevði fleiri stórar møguleikar, so tað vóru gestirnir, ið vunnu eitt stig, meðan heimaliðið kendi seg hava tapt tvey stig.
KÍ – EBS/Skála 3-0 (3-0)
1-0: Sigrun Sirdal 23.
2-0: Malena Olsen 25.
3-0: Eyðvør Klakstein 42.
NSÍ – B36 1-1 (0-0)
0-1: Ester Ellingsgaard 49.
1-1: Heidi Sevdal 68.
HB – ÍVB 1-1 (0-0)
1-0: Kára Djurhuus 60.
1-1: Hjørdis Rasmusdóttir 85.
KÍ | 4 | 4 | 0 | 0 | 8 | 2 | 12 |
B36 | 4 | 1 | 3 | 0 | 6 | 3 | 6 |
NSÍ | 4 | 1 | 2 | 1 | 6 | 3 | 5 |
ÍVB | 4 | 1 | 1 | 2 | 4 | 7 | 4 |
HB | 4 | 0 | 3 | 1 | 5 | 6 | 3 |
EBS/Skála | 4 | 0 | 2 | 2 | 2 | 7 | 2 |
5. umfar
Hósdagin 18. juni
ÍVB - NSÍ
EBS/Skála - HB
B36 - KÍ