Tey í HB spekka sær í kvøld. Nógv eru á festivali í Klaksvík, har tað sjálvandi smakkar væl saman við tónleiki og sangi at sodna søta 1-0 festivalsigurin ímóti KÍ.
Tey í HB leguni, sum valdu at fara suður aftur beinanvegin eftir dystarlok og í fagnaðinum um 1-0 sigurin og málið hjá Ara Mohr Olsen, kundu gera tað við góðari kenslu av, at Europa vegurin nú er heilt breiður hjá FM favorittunum, sum ikki hava átt lut í europeisku luttøkuni tvey tvey seinastu árini.
Úrslitið í kvøld ber við sær, at HB nú er fimm stig frammanfyri næsta avbjóðaran. Dreymurin at vinna europeiskt atgongumerki kann verða veruleiki longu leygarkvøldið 25. august, tá ið HB og B36 bresta saman í steypafinaluni.
Tað er møguleiki fyri, at FM heitið longu undan steypafinaluni verður uppaftur nærri at verða veruleiki, enn tað longu nú er.
19. umfar verður sunnudagin 19. august, og 20. umfar er ásett at vera hósdagin 23. august.
Av tí at B36 og HB skulu spæla steypafinalu leygarkvøldið 25. august eru dystirnir, sum grannafeløgini í Gundadali eru partar av í 20. umfari, fluttir eina viku fram og verða spældir hósdagin 16. august.
Fram til steypafinaluna sær skráin hjá HB og KÍ soleiðis út í landskappingini:
16. august
B36 - KÍ
07 Vestur - HB
19. august
KÍ – EB/Streymur
HB - Suðringar
Meðan HB skal spæla á útivølli ímóti 07 Vestur og á heimavølli ímóti Suðringum, skal KÍ spæla á útivølli ímóti B36 og á heimavølli ímóti EB/Streymi.
18. umfar
Í kvøld
KÍ – HB 0-1 (0-0)
0-1: Ari Mohr Olsen 56.
Dómari: Alex Troleis
KÍ: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Hørður H. Askham, Ólavur Niclasen (Óli Eyðsteinsson Poulsen, 76.), Ísak Simonsen - Boris Dosljak, Steinbjørn Olsen, Jákup B. Andreasen, Ronni Møller-Iversen (Jóannes Bjartalíð, 52.) - Semir Hadzibulc, Páll A. Klettskarð
Gult kort: Ísak Simonsen
Venjari: Mikkjal Thomassen
HB: Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, Brynjar Hlöðversson (John Frederiksen, 93.), Símun Samuelsen (Dan í Soylu, 68.) – Grétar Snær Gunnarsson, Ari Mohr Olsen (Jógvan Skeel Nolsøe, 80.)
Gult kort: Ari Mohr Olsen, Tróndur Jensen, Jógvan Rói Davidsen
Venjari: Heimir Guðjónsson
Beinleiðis frásøgn á in.fo
http://www.in.fo/matches/?tx_iklivescores_match
Myndir á in.fo
http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1
B36 – EB/Streymur 2-2 (1-1)
0-1: Andras Olsen 33.
1-1: Karim Saag 38.
2-1: Benjamin Heinesen 46.
2-2: Arnbjørn Hansen 88.
Dómari: Rúni Gaardbo
B36: Rói Mørk Hentze – Andrias H. Eriksen, Robert Heðin Brockie, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (Benjamin Heinesen, 46.), Hugin Samuelsen – Erlendur Magnusson, Michal Przybylski (Hannes Agnarsson, 68.), Meinhard E. Olsen (Eli Falkvard Nielsen, 84.) – Kaimar Saag
Gult kort: Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen
Venjari: Jákup á Borg
EB/Streymur: Rói Zacharisen – Ragnar B. Danielsen, Petur Zachariasen, Andras Olsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Arnar Dam, Marni Djurhuus – Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen, Pætur J. Petersen – Aksel B. Danielsen (Arnbjørn Hansen, 70.)
Gult kort: Marni Djurhuus
Venjari: Heðin Askham
Beinleiðis frásøgn á in.fo
http://www.in.fo/matches/?tx_iklivescores_match
Myndir á in.fo
http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1
Støðan
HB | 18 | 15 | 1 | 2 | 34 | 13 | 46 |
KÍ | 18 | 13 | 2 | 3 | 33 | 12 | 41 |
NSÍ | 17 | 10 | 3 | 4 | 39 | 15 | 33 |
Víkingur | 17 | 10 | 2 | 5 | 29 | 19 | 32 |
B36 | 17 | 9 | 3 | 5 | 35 | 23 | 30 |
Skála | 17 | 5 | 3 | 9 | 16 | 25 | 18 |
EB/Streymur | 18 | 4 | 6 | 8 | 20 | 28 | 18 |
Suðringar | 17 | 4 | 3 | 10 | 17 | 28 | 15 |
AB | 17 | 2 | 2 | 13 | 8 | 39 | 8 |
07 Vestur | 16 | 1 | 1 | 14 | 13 | 42 | 4 |
Sunnudagin 12. august
NSÍ – Suðringar
Skála – Víkingur
07 Vestur - AB