Samrøða við Regin Reinert, fjallaklintrara
Samrøða við Regin Reinert, fjallaklintrara
Bălănești, soleiðis eitur hægsta fjallið í Moldova. Havnarmaðurin, Regin Reinert ætlar niðan á Bălănești fjallið í morgin. Hann hevur ein dreym at koma niðan á hægsta fjallið í teimum ymisku evropeisku fjøllunum.
Men hann er eisini ein føroyskur landsliðsfjeppari, og tí var givið, at hann eisini fór at taka sær tíð at stuðla føroyska landsliðnum í Chisinau í kvøld.
Úrslitið var eitt lítið vónbrot. Regin heldur seg hava upplivað ov ofta, at føroyska landsliðið missir á stokkinum seinasta partin av dystinum.