B36-HB 0-2 (0-1) - Hoyr hæddarpunktini og samrøður við Adrian Justinussen og Andrias H. Eriksen
B36-HB 0-2 (0-1) - Hoyr hæddarpunktini og samrøður við Adrian Justinussen og Andrias H. Eriksen
HB vann grannauppgerðina móti B36 2-0, enntá aftaná at hava brent eitt brotsspark, tá Mattias H. Lamhauge bjargaði brotssparkinum hjá Viljormi Davidsen. Bartal Wardum og Mikkel Dahl skoraðu málini hjá HB.
HB er saman við KÍ fremst í Betrideildini við seks stigum.
B36-HB 0-2 (0-1)
0-1 Bartal Wardum (15.)
0-2 Mikkel Dahl (88.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Hanus Thorleifsson siga frá báðum málunum HB skoraði í 2-0 sigrinum á B36, og brotssparkinum Matthias Lamhauge í B36-málinum bjargaði, tá Viljormur Davidsen royndi seg frá 11 metrum.
2) Hoyr Hanus taka stutt samanum dystin.
3) Hoyr samrøðuna Trygvi gjørdi við Adrian Justinussen hjá HB.
4) Hoyr samrøðuna Trygvi gjørdi við Andrias H. Eriksen hjá B36.