FM1: Bagge er varin optimist undan dystinum móti Serbia

(FM1) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við U21-landsliðsvenjarin fyrr í dag

##med2##

 

Klokkan 17 skal føroyska U21-landsliðið undir enn eina torføra, men ikki ógjørliga uppgávu.

 

Føroyar spæla á útivølli móti Serbia í EM-undankappingini, og U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik "Bagge" Hentze harmast, at Stefan Radosavljevic sum er av serbiskari ætt ikki fær møguleikan at royna seg móti Serbia í Serbia.

 

Men Bagge undirstrikar, at maður kemur altíð í mans stað á føroyska U21-landsliðnum, og hann er varin optimist.

 

Serbiska U21-landsliðið hevur flutt onkrar spælarar niður frá A-landsliðnum, og teir hava ein nýggjan venjara sum skal prógva seg. Tí verður tað ein torfør uppgáva hjá føroyska U21-landsliðnum, men Bagge vónar, at vit kunnu fáa enn eitt gott úrslit í U21-høpi.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Bagga í tíðindasendingini á FM1 fyrr í dag.