##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu reportarin hjá FM1, Jóna Nicolajsen gjørdi við starvslimin í FSF, Anju Rein
Í kvøld klokkan 18 skal føroyska fótbóltskvinnulandsliðið royna seg móti Ukraina í HM-undankappingardysti á Tórsvølli.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Ukraina. Sendingin byrjar klokkan 17.20 fríggjadagin. Frásøgufólk verður Jóna Nicolajsen, ið millum 2016 og 2019 leikti sjey landsdystir fyri Føroyar. Viðmerkjari verður Frankie Jensen, venjari og fótbóltsviðmerkjari.
Anja greiðir frá, at hóast fótbólturin hjá kvinnunum enn kann lutvíst tykjast at vera í pionertíðini, so er talan um eina menning, og í FSF streingja tey á at fáa fleiri kvinnur at gerast venjarar, dómarar og nevndarlimir í fótbóltsfeløgunum. Tað gleðiliga er, at tað gongur rætta vegin.
Anja greiddi eisini frá grasrótafótbóltinum, ið er eitt hjartamál hjá FSF.
Jóna og Anja umrøddu eisini dystin móti Ukraina, og alt tað sum FSF hevur gjørt burturúr við fjepparatiltaki o.ø. undan dystinum.