FM1: Hava onnur amboð at nýta móti koronu

Gongdin hevur verið góð higartil, men løgmaður ásannar, at nógv fólk koma heim til jóla

Verður tað soleiðis, at tað verða nýggj útbrot av koronu í Føroyum sum avleiðing av jólaferðsluni heim til oyggjarnar, kann verða neyðugt at seta onnur átøk í verk.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í samrøðu við FM1 á middegi.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at tað er at fegnast um, at vit koma inn í jólamánaðin við so lágum smittutølum, sum vit nú hava, men hann ásannar, at nógv ferðandi koma heim til Føroya nú, hóast tey eru færri, enn tey plaga at vera um jóltíðir.

Við øktu ferðsluni er eisini vandi fyri feskari koronusmittu, og tí er neyðugt at gera teimum ferðandi greitt, at her eru reglur galdandi í Føroyum viðvíkandi koronu, sum skulu haldast, soleiðis at vit kunnu halda áfram at liva sum best ber til.

Løgmaður vísir á, at hvør einstakur má taka ábyrgd, og at tað hevur virkað higartil, men at tað kann vera neyðugt at broyta leist. 

– Vit fylgja væl við allatíð, og vit hava nøkur amboð, sum vit kunnu taka í brúk. Men higartil hevur gongdin víst seg at vera stabil, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í samrøðu við FM1.

Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna, ið Árni Gregersen gjørdi við Bárð á Steig Nielsen