##med2##
Fyrrapartin reikaði Ásbjørn N. Nattestad aftur fyri sendingini Hondbóltspanelið á FM1.
Evnini vóru kvinnulandsliðið í hondbólti og EB.
Sonni Larsen, landsliðsvenjari og Hans Andreas Dahl frá EB vóru gestir hjá Ásbirni.
Kvinnulandsliðið spælir hetta vikuskiftið tveir venjingardystir á heimavølli móti Íslandi. Dystirnir eru liðir í fyrireikingunum til HM-undanundankappingardystirnar móti Kosovo, ið vera leiktir í Kosovo 3. og 5. november.
Fyrri dysturin móti Íslandi verður leiktur í høllini á Skála, leygardagin klokkan 18. Seinni dysturin verður leiktur í Badmintonhøllini í Klaksvík, sunnudagin klokkan 16.