FM1: Hoyr fjórðingsfinaluna KJ-Spekt

(FM1) Tað gjørdist ein stigarík fjórðingsfinala millum KJ og Spekt

##med2##

Í dag var tann seinasta fjórðingsfinalan í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1.

Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum verður 25. mars vinna tveir flottar vinningar.

Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk. 

Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.

Í dag kappaðust KJ og Spekt. Tað gjørdist talan um eina stigaríka kapping.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra dagsins Firmakapping.

(Firmakapping, fjórðingsfinala: KJ-Spekt)