##med2##
Nú UEFA hevur stongt Mixed Zone fyri privatu miðlunum í Føroyum mátti FM1 disponera aðrar vegir í kvøld, nú tá samrøður ikki eru tøkar.
Frásøgumaðurin, Tróndur Arge og viðmerkjarin, Teitur Joensen góvu sær góða tíð til at taka samanum eitt framúrskarandi føroyskt avrik móti Danmark á Tórsvølli.
Teitur helt fyri, at tað bara er so ergiligt, at eitt stig ikki liggur eftir í Føroyum aftaná eitt slíkt avrik.
Semja er um, at talan er um eitt hitt besta føroyska avrikið nakrantíð á einum fantastiskum leikvølli við einum fantastiskum stemningi.
Tróndur og Teitur góvu sær tíð til at eftirmeta avrikini hjá einstøku spælarunum, og teir staðfesta, at Teitur Matras Gestsson í málinum tók av møguleikanum í kvøld.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra drúgvu samanumtøkuna hjá Tróndi og Teiti.