FM1: Jákup og B36 hildu lív í evropeisku vónini

(FM1) Hoyr samrøðurnar FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg og høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen

##med2##

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg aftaná 3-1 sigurin hjá B36 á Vìkingi í Sarpugerði í Norðragøtu í dag.

2) Hoyr stuttu samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen aftaná 1-3 tapið hjá Víkingi fyri B36.

Hvørki Jákup á Borg ella Jóhan Petur Poulsen vilja gera nógv burturúr rokinum, ið var aftaná dystin.

Jákup á Borg fegnast um avrikið í seinna hálvleiki. B36 var aftanfyri 0-1 í steðginum, men Jákup heldur, at hansara menn avrikaðu framúr væl í seinna hálvleiki á einum vølli, ið mangan hevur verið B36 boysin. Jákup vónar, at B36 kann knógva NSÍ á heimavølli komandi leygardag, men hann slær, at talan verður um eina sera torføra uppgávu. 

NSÍ er á øðrum plássi við 60 stigum, B36 hevur 59 stig og KÍ hevur 58 stig. KÍ hevur tó ein útsettan dyst móti AB komandi mikudag klokkan 17. Leygardagin spælir NSÍ móti B36 á Tórsvølli, og KÍ tekur móti HB. 

Jóhan Petur Poulsen hevur góðir um, at Víkingur kann enda kappingarárið við einum heimasigri á ÍF komandi leygardag. 

(Samrøður: Jákup á Borg, B36 og Jóhan Petur Poulsen, Víkingur)