FM1: KÍ komið aftur á beint

Samandráttur og samrøður frá 4-0 sigrinum hjá KÍ móti EB/Streymi

##med2##
Í gjár vóru tríggir dystir í 11. umfari í Betri deildini hjá monnum. Heima í Klaksvík setti KÍ seg tíðliga á dystin ímóti EB/Streymi, og hóast nakrar stórar málmøguleikar, so tók eina løtu hjá oddaliðnum í deildini loksins at lirka gestaverjuna upp, men við tveimum málum stutt undan steðginum frá Patriki Johannesen og Jonn Johannesen kom KÍ á sigurskós við 2-0-hálvleiksleiðslu.

Hoyr samandrátt og samrøður við at trýsta á pílin undir myndini

KÍ helt fram í sama stíli í seinna hálvleiki. Fyrst var tað Darius Lewis, sum gjørdi tað til 3-0, og so var Patrik Johannesen aftur á blettinum eitt korter fyri leiklok og skoraði til 4-0. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og við einum sannførandi avriki og 4-0-sigri heldur KÍ fast um oddasessin í Betrideildini. 

Til ber at hoyra samandráttin frá dystinum, sum Sjúrður H. Hoydal segði frá, við at trýsta á pílin undir myndini.

KÍ - EB/Streymur 4-0 (2-0) 

1-0: Patrik Johannesen, 41.

2-0: Jonn Johannesen, 45.

3-0: Darius Lewis, 62.

4-0: Patrik Johannesen, 75.

FM1: Samandráttur og samrøður við Jóannes Bjartalíð og Poul G. Olsen