FM1: KÍ vandi sum var tað við Djúpumýru

(FM1 í Dublin) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jákup Eydnugarð, sponsorsamskipara hjá KÍ

##med2##

Tað er minni enn eitt samdøgur til størsta dystin í søguni hjá KÍ, Europa League Play Off dystinum á Aviva leikvøllinum í Dublin móti Dundalk FC. Dysturin byrjar klokkan 19.30 hóskvøldið.

Hópurin hjá KÍ hevur havt eina frálíka venjing á sera góða og snotuliga leikvøllinum, Aviva leikvøllinum í Dublin.

- KÍ vandi sum var tað ein vanlig venjing við Djúpumýru. Tað heldur Jákup Eydnugarð, sponsorsamskipari hjá KÍ.

- Mikkjal fer at fyrireika spælararnar so teir eru 100 prosent, fyri ikki at siga 200 prosent klárir til dystin, sigur Jákup Eydnugarð.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jákup Eydnugarð í bussinum á veg frá leikvøllinum aftur til gistingarhúsið í Dublin.

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Byrjað verður at senda klokkan 18.30. Longu klokkan 15 til 17 verður ein upptakssending við Tróndi Arge og Hera Simonsen. 

ØLL kunnu hoyra FM1 HER

HER  ber til hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við samskiparan hjá Betrideildarliðnum hjá KÍ, Kaj Dam.

HER  ber til at hoyra samrøðuna, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við marknaðarleiðaran og miðlamannin hjá KÍ, Róa Clementsen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við fíggjarleiðaran hjá KÍ, Hilmar Danielsen.

##med3##

(Samrøða úr Dublin: Jákup Eydnugarð)