FM1: KÍ hevur ein motorveg til FM-gullið

(FM1) Hoyr hvussu KÍ vann 4-0 á 07 Vestur. Hoyr tvímálsskjúttan, Jóannes Bjartalíð og Høgna Egilstoft Nielsen

##med2##

 

KÍ kann gerast staðfestur FM-vinnari komandi sunnudag. KÍ er undan dystinum í komandi umfari í Fløtugerði í Fuglafirði móti ÍF 12 stig og ein munandi betri málmun frammanfyri Víking. Vinnur KÍ á ÍF, og Víkingur ikki fær fult móti 07 Vestur í Sørvági vera 14 ella 15 stig á muni, og bert 12 stig eftir at kappast um, og so er KÍ staðfestur FM-vinnari 2021.

 

Í dag helt KÍ motorvegin til FM-gullið opnan við at vinna ein sannførandi 4-0 sigur á 07 Vestur, ið avrikaði væl eftir umstøðunum.

 

KÍ – 07 Vestur 4-0 (2-0)

 

1-0: Páll A. Klettskarð (21.)

 

2-0: Árni Frederiksberg (30.)

 

3-0: Jóannes Bjartalíð (77.)

 

4-0: Jóannes Bjartalíð br. (84)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum fýra málunum KÍ fekk móti 07 Vestur.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við tvímálsskjúttan, Jóannes Bjartalíð.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við Høgna Egilstoft Nielsen hjá 07 Vestur.

 

- Vit eru stak væl nøgdir við avrikið. Tað var væl betri, enn tað var, tá ið vit vunnu 5-0 á Svangaskarði. Vit arbeiddu væl fyri hvørjum øðrum, og vit vóru ágrýtnir og væl skiparðir í verjupartinum, sigur Jóannes Bjartalíð, ið enn ikki tekur nakað FM-gull fyri givið.

 

Høgni Egilstoft Nielsen er leikliga heilt væl foreintur við tað sum 07 Vestur legði fyri dagin móti einum sera sterkum heimaliði.