FM1: Leivur tippar javnleik til Víking og ÍF

(FM1) Leivur Frederiksen var gestur í eyka fótbóltspanelinum, ið var á FM1 fyrrapartin í dag

##med2##

Fyrrapartin reikaði Tróndur Arge fyri einum eyka-fótbóltspaneli á FM1 í samband við dystirnar, ið vera leiktir í Betrideildini hjá monnum í kvøld:

Klokkan 18: B36-TB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

                    ÍF-NSÍ 

Klokkan 19: Víkingur-HB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

                    EB/Streymur 

Fríggjadagin klokkan 19: AB-Skála (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

FM1 byrjar at senda í kvøld aftaná tíðindasendingina klokkan 17. Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Leivur Frederiksen metti um teir fimm dystirnar, og hann tippaði eisini. Leivur viðgekk, at hann var heldur djarvur, men hann tippar javnleik til Víking og ÍF í heimadystunum móti HB og NSÍ í kvøld. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina, ið var á FM1 fyrrapartin. 

 

(Fótbóltspanelið 6. august. Gestur: Leivur Frederiksen)