FM1 sigur beinleiðis frá Danmark-Føroyar í Parkini

Sendingin á FM1 byrjar klokkan 18.45 í kvøld

Fyri aðru ferð í søguni spælir føroyska landsliðið undankappingardyst í Parkini í Keypmannahavn. Fyri 31 árum síðani æt leikvøllurin Ítróttarparkin. Tá taptu Føroyar 1-4 fyri Danmark aftaná ein minniligan dyst.

 

Kunnu vit koma í námind av tí aftur klokkan 19.45 í kvøld hevði tað verið góðtikið, men talan verður um eina sera torføra uppgávu móti einum liði, ið longu hevur vunnið seg í HM-endaspæli, og sum hevur 24 stig av 24 møguligum.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Sendingin byrjar aftaná tíðindasendingina á FM1, ið byrjar klokkan 18.30. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo